Onnur tíðindi

Gjøld og treytir í samb. við moldgoymsluna á Skorhædd

Í sambandi við umskipan av Moldgoymsluni á Skorhædd, bleiv herfyri kunna um at borgarar nú skulu rinda eitt gjald fyri at sleppa av tilfar, og somuleiðis heinta tilfar.

Niðanfyristandandi gjøld og treytir koma í gildi 1 august 2022.  

Opið verður allar gerandisdagar frá kl. 8.00 til 16.00

Gjald fyri tilfar latið inn á moldgoymsluna, verður fakturera til entreprenørin.

Gjøld fyri at sleppa av við tilfar (øll gjøld eru u/MVG):

  • Gjald fyri tilfar at tyrva vanligt, – herundir betongslamm og leyst (einshátta) asfalt 1,28 kr/kg 240 kr/m³
  • Ífylla – betongbrot 0,08 kr/kg 48 kr/m³
  • Ífylla – asfaltbrot 0,08 kr/kg 48 kr/m³
  • Ífylla – urtagarðsburturkast/urtagarðsleivdir 0,50 kr/kg ella 48 kr/m³
  • Avgrevstur – rein mold uttan bøkkar og steinar størri enn nevi 8,00 kr/m³
  • Avgrevstur – leirur 16,00 kr/m³
  • Avgrevstur – grót 16,00 kr/m³
  • Avgrevstur – blandað 48,00 kr/m³
  • Sandur 16,00 kr/m³
  • Skeiv sortering – eykagjald 0,50 kr/kg 480 kr/m³ (um onkur sum kemur inn á øki, og sjálvráðin lessar av í skeivum stað)
  • Borgarar úr Nes og Runavíkar Kommunu, kunna gera avtalu um fast gjald á kr. 8.000 fyri avgrevstur frá egnum grundstykki. Tá er kravið, at tilfarið er sorterað sum ávikavist, rein mold – leirur – grót – bøkkar. Goldið skal verða, áðrenn komið verður á moldgoymsluna. Um tilfarið ikki er sorterað sum omanfyri, verður tilfarið at rokna sum blandað og kostar tá kr. 48 pr/m3
  • Um óviðkomandi tilfar verður latið á moldgoymsluna verður eykagjald lagt á, sum nevnt í príslistanum “Skeiv sortering”

Gjøld fyri at heinta tilfar:

  • At heinta óskilda mold á moldplássinum við Skorhædd kostar kr. 35 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (kunnu vera stórir steinar í)
  • At heinta skilda mold á moldplássinum við Skorhædd kostar kr. 125 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (steinar upp í nevastødd kunnu vera í)
  • At heinta mold sum er betri skyld (havamold) kostar kr. 300 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað (smásteinar upp til 7 cm kunnu vera í)
  • At heinta grót, sum er gott til ífyllu t.d. niðurímillum húsa grundir, kostar kr. 155 v/MVG pr/m3 – lessing íroknað
  • Minsta gjald fyri keyp av mold, er kr. 35
  • Um privatfólk úr kommununum báðum, koma eftir mold við stampum ella lítlum viðfestisvogni, og um tað ikki fyllir meira enn 0,2 m3, verður einki gjald fyri óskilda mold.

Onnur gjøld og kunning:

  • Um neyðugt er at hava opið uttanfyri vanliga upplatingartíð, kann avtalast við umsjónarmannin um longda upplatingartíð. Kostnaðurin fyri hetta er kr. 1.250 v/MVG um tíman
  • Báðar kommununar hava móttøku av grasi/greinum við bingjuplássini.
  • Einki óviðkomandi tilfar, uttan tað sum her er tilskila, má latast á moldgoymsluna