Í dag eru fyrstu randarhúsini, sum KBH byggir við Høganesvegin, reist.
Hendan verkætlanin hjá KBH hevur seks randarhús. Tey eru staðsett í vøkrum náttúruumhvørvi og góðum útsýni yvir Skálafjørðin. Randarhúsini eru partur av nýggja býlinginum í økinum , har Nes kommuna hevur longt Høganesvegin, Nýtt setahúsaøki er í niðaru síðu av vegnum, meðan ætlanin er at hava randarhús, íbúðir o. l. í ovaru síðuni.
KBH fer í hesi verkætlanini at byggja tvær ymiskar húsatypir í tveimum hæddum. Hvørt randarhús hevur yvirdekkað bilskýli, tøknirúm, goysmlsu, inngongd/dur, 2 wc, bryggers, stórt rúm til køk/stovu og ávikavist 3 ella 4 kømur.
Haraftuat er ein stór altan/terassa og gott tún bæði í niðaru og ovaru síðu.