Onnur tíðindi

Fundarhamari til Nes kommunu

Kyndilsmessudag kom Johan Elkjær Hansen, Nes, inn á kommunuskrivstovuna.

Ørindini vóru at handa  borgarstjóranum eina gávu, sum hann sjálvur hevði evnað til.

 

Í heilsanini skrivar hann:


Til Nes kommunu

“Fari við hesum at ynskja Nes kommunu hjartaliga tillukku við býarheitinum.

Í hesum sambandi vil eg fegin geva kommununi hesa gávu, ein fundarhamar, ið er dreyaður úr eini grein av gullregni. Greinin er av einum træi, sum bleiv gróðursett á Toftum fyri mongum árum, og fyri umleið tíggju árum síðan varð skorin av.

Greinin hevur ligið og tornað í nøkur ár, klár at seta í dreyibonkin at evna til.

Við ynski um góða eydnu og blíðan byr.

Johan Elkjær Hansen


Við hesum vil  borgarstjórin, vegna Nes kommunu, hjartaliga takka Jóhan Elkjær Hansen fyri hesa sera vøkru gávu og fyri góðynski.