Onnur tíðindi

Frítíðarskúlin/Samspírin í Nes kommunu søkir eftir námsfrøðingi

Frítíðarskúlin og Samspírin eru tilboð ávikavíst eftir skúlatíð fyri skúlabørn, sum ganga í 1. og 2. flokki, og skúlabólkur fyri børn frá 6-7 ár.

Stovnurin er á Brekkukletti á Toftum, tætt við stadionøkið og tætt við Toftavatn, sum gevur ríkar møguleikar fyri at verða úti í náttúruni. Á stovninum eru uml. 70 børn. Vit brenna fyri at bjóða børnunum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.
Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu, og persónligu førleikarnar.

Nes kommuna søkir vegna Frítíðarskúlan/Samspíran eftir:

  • Einum námsfrøðingi til fast starv at arbeiða 30 tímar um vikuna at byrja 1. apríl 2024 ella eftir nærri avtalu.

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Møguleika fyri persónligari menning
  • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi

 

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

 

Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Nes Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara á tlf. 448786/565023.

 

Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 05. mars 2024.

 

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir

www.nes.fo
nes@nes.fo