Onnur tíðindi

Frítíðarskúlin í Nes kommunu søkir eftir námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv.

Til Frítíðarskúlan verður søkt eftir:

  • Einum námsfrøðingi at arbeiða 20 tímar um vikuna frá 17. august 2020 til 25. juni 2021.

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi frítíðartilboð

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

 Setanarviðurskifti

Starvið verður sett frá 17. august 2020 til 25. juni 2021.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen leiðara í Frítíðarskúlanum á tlf. 448786/565023.

Umsóknir

Umsóknir, saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 18. juni 2020.

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir

www.nes.fo
nes@nes.fo