Onnur tíðindi

Frítíðarskúlin í Nes kommunu søkir eftir námsfrøðingi

Til Frítíðarskúlan verður søkt eftir:

  • Einum námsfrøðingi til farloyvisstarv at arbeiða 20 tímar um vikuna at byrja skjótast gjørligt og fram til 15. juli 2024.

 

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum
  • Dentur verður lagdur á at veita barninum eitt trygt og mennandi umhvørvi

 

Vit ynskja at umsøkjarin:

  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við barninum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað námsfrøðiliga arbeiðið

 

Frítíðarskúlin
Frítíðarskúlin er tilboð eftir skúlatíð fyri skúlabørn, sum ganga í 1. og 2. flokki.

 

Setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett í staðin.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Eydnu Olsen, leiðara í Frítíðarskúlanum á tlf. 448786/565023.

 

Umsóknir
Umsóknir saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 02. oktober 2023.

 

Nes kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir

www.nes.fo
nes@nes.fo