SAMSPÍRIN OG FRÍTÍÐARSKÚLIN

á Brekkukletti 5,
Fo-650Toftir
Leiðari: Eydna Olsen, námsfrøðingur tlf. +298 448786/565023
Varaleiðari:
Starvsfólk: tlf. +298 448786/565033/565043
Teldupostur: friskuli@nes.fo

Í Samspíranum ganga børn í skúlabólki, sum fyrireika seg til skúlabyrjan árið eftir. Her verður arbeitt eftir einum samstarvi, ið verður kallað “frá jól til jóla”. Hetta merkir, at eftir jól koma komandi flokslærari og roknilærari í Samspíran 3 ferðir um vikuna at hava skúlabólk saman við børnunum. Tá ið barnið er byrjað í 1. fl. eftir summarsteðgin, fylgir ein námsfrøðingur úr Samspíranum við í skúlan nakrar tímar um dagin fram til jóla.

Í Frítíðarskúlanum ganga 1. og 2. flokkur.

Upplatingartíðir
Samspírin hevur opið mánadag til fríggjadag kl. 7.30-17.00.

Frítíðarskúlin hevur opið hvønn dag eftir skúlatíð til kl. 17.00. Frítíðarskúlin hevur opið ávísar skúlafrídagar frá kl. 07.30 – 17.00. Avlýsir skúlin skúlagongd vegna veður, er frítíðarskúlin eisini avlýstur /stongdur.

Frídagar:

Umframt sunnu- og halgidagar eru at rokna sum serstakir frídagar: Jólaaftan, nýggjársaftan, flaggdagur, ólavsøkudagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan og ólavsøkuaftan. Stongt er millum jóla og nýggjár. Grundlógardag letur stovnurin aftur kl. 12.00.

Summarfrítíðin í Frítíðarskúlanum er í vikunum 28, 29, 30, 31 og 32.

Summarfrítíðin í Samspíranum er tann sama, sum í barnagarðinum.

1-2 ráðleggingardagar eru um árið í Samspíranum og Frítíðarskúlanum, annar er um heystið og hin um várið. Tá er stovnurin stongdur.

Gjald

Gjaldið í Samspíranum er 1900 kr. um mðr. Goldið verður fyri 11 mðr., juli er gjaldsfríur.
Gjaldið í Frítíðarskúlanum er 1.000 kr um mánaðin. Goldið verður fyri 10 mðr., juli og august eru gjaldsfríir. Goldið verður frammanundan, við gjaldsskipan, 01. í hvørjum mánaði.

Nes kommuna letur systkinaavsláttur, soleiðis at ein familja við fleiri enn 2 børnum, bert skal gjalda fyri tvey ansingarpláss. T.v.s. at tá 3. barnið hjá einari familju kemur í kommunala ansing, fellur gjaldið fyri tað elsta barnið burtur.

Í Samspíranum er møguleiki at fáa summaransing, tá ið stovnurin hevur summarferiu. Summaransingin verður skipað saman við Barnagarðinum um nóg nógvar tilmeldinginar eru. Tilmeldingin er bindandi og gjaldið er 475kr um vikuna.

Í Frítíðarskúlanum er møguleiki at fáa ansing, tá skúlin hevur stongt.
Heystfrítíð ( 1 vika er 400kr) tilmelding er bindandi.
Dagar áðrenn jól ( 3 dagar 240kr) tilmelding er bindandi.
Páskafrí ( 3 dagar 240kr) tilmelding bindandi.
Eisini er møguleiki at fáa ansing í viku  26 og 27 ímóti gjaldi (400kr um vikuna) tilmelding er bindandi.

Møguleiki er at søkja um frípláss, eftir ávísum treytum.

Eftirstøða
Um eftirstøða fyri barnið fer upp um 3 mánaðir, verður barnið uppsagt.

Fráboðanarskylda
Boðast skal frá um barnið ikki kemur í Samspíran ella Frítíðarskúla.
Er barnið ikki komið aftaná ásettu tíðina uttan fráboðan til Frítíðarskúlan, ringja vit til heimið/arbeiðsplássið og spyrja foreldrini eftir tí, um tit ynskja tað.
Minnist til, at siga einum starvsfólki frá, tá ið barnið fer heim.

Uppsøgn av plássi í Samspíranum og/ella Frítíðarskúlanum
Plássið í Samspíranum og/ella Frítíðarskúlanum skal sigast upp í seinasta lagi ein mánaða, áðrenn barnið gevst, og skal hetta verða til tann fyrsta í mánaðinum.
Uppsøgnin av plássinum fer fram hjá leiðaranum.

Matur

Børnini í Samspíranum skulu hava matpakka við, sum verður etin uml. kl. 11.00. Vit bjóða morgunmat fram til kl. 09.00 og millummála kl. 14.00.
Í Frítíðarskúlanum fáa børnini millummála uml. kl. 14.00.

Sjúka
Er barnið sjúkt, ella hevur onkra smittuberandi sjúku so sum barnasár ella eygnabruna, kann tað ikki koma í Samspíran ella í Frítíðarskúla.
Um barnið ikki hevur verið í skúla, tí tað er sjúkt kann tað ikki koma í Frítíðarskúla.
Boðið frá, tá ið barnið er heima vegna sjúku.

Klæðir

Latið barnið í eftir veðrinum.
Børnini skulu altíð hava skiftiklæðir á stovninum. tvs:

2 sett skiftiklæðir frá innast til uttast + regnklæðir drakt, stilvar,   húgvu, hosir og handskar.

Øll klæðini skulu vera merkt við navni.

Foreldrini eiga at halda skil á klædnarúminum hvørja viku hjá barninumForeldrini syrgja fyri, at røttu klæðini eru í rúminum.

Leikur
Eftir avtalu við starvsfólkið kann barnið hava leiku við á stovnin.
Stovnurin hevur onga ábyrgd av, um leikur, sum barnið eigur, brotna ella hvørva.

Avtalur
Um børnini skulu heim við øðrum børnum, skal greið avtala verða frammanundan við foreldur og starvsfólk.

Ábyrgd
Samspírin og Frítíðarskúlin hava ábyrd av børnunum, frá tí tey eru komin til tey verða avheintað.

Virksemi
At bjóða børnunum ein gerandisdag við fjølbroyttum innihaldi, har tey á ein skapandi og mennandi hátt kunnu royna seg.
Vit leggja dent á, at menna allar barnsins førleikar, harímillum teir sosialu, og persónligu førleikarnar.
Tá barnið er í Frítíðarskúla, fer stórur partur av degnum við spæli, eins og nakað av skipaðum tiltøkum. Vit bjóða børnunum umstøður at fara undir ymiskt, sum tey kunna taka lut í, um tey hava hug til tað.

Í frítíðarskúlanum leggja vit stóran dent á, at barnið hevur frí og kann sjálvt,við vegleiðing av vaksnum, skipa dagin.

Samspírin og Frítíðarskúlin hava ábyrdina av, at børnini trívast og mennast og hava góðar og tryggar umstøður, ta tíðina tey eru á stovninum.