Onnur tíðindi

Frítíðarkortið er nú galdandi fyri 0-18 ár aldur

FRÍTÍÐARKORTIÐ

Á bygdaráðsfundi 25. januar 2021 varð samtykt, at nú kunnu øll í aldrinum 0-18 ár gera nýtslu av Frítíðarkortinum í 2021

Hvat er Frítíðarkortið?

Endamálið er fíggjarliga at stuðla børnum og ungum at verða virkin í frítíðarvirksemi.

Í 2020 var talan um eina royndarskipan, har børn og ung í aldrinum 6-18 ár vóru fevnd av skipanini. Skipanin heldur fram í 2021, men við tí broyting, at nú fáa øll børn og ung í aldrinum 0-18 ár eitt frítíðarkort til eitt virði á kr. 2.000, – kr, sum kann nýtast til lima- og luttøkugjald í ymisku ítróttar- og frítíðarvirksemistilboðunum, sum teimum standa í boði í Nes kommunu og aðrastaðni.  Frítíðarkortið kann nýtast til: ítrótt, skótar, kvøldskúla, musikkskúla v.m.

Hvussu virkar Frítíðarkortið?

Nes kommuna skrásetir øll børn og ung 0-18 ár í kommununi at eiga kr. 2.000 tilgóðar at nýta til lima- og luttøkugjald í 2021.

Har feløg/felagsskapir í Nes kommunu skipa fyri almennum tilmeldingardegi, er møguleiki at fáa skrásett seg á eitt yvirlit, og Nes kommuna flytir peningin beinleiðis til feløgini/felagsskapirnar samsvarandi yvirlitinum. Gjaldsváttan verður tá send til foreldrini.

Annars er mannagongdin, at børn og ung fyrst gjalda til feløgini/felagsskapirnar og fáa so endurrindað frá Nes kommunu við at senda kvittan til kort@nes.fo, har tað framgongur, hvat fyri barn, og hvat fyri frítíðartilboð goldið er fyri.

Nes kommuna treytar sær, at har Frítíðarkortið verður nýtt, skal felagið, sum stendur fyri virkseminum hava:

  • Viðtøkur og nevnd
  • Venjarar/lærarar sum eru yvir 18 ár – yngri kunnu vera hjálparvenjarar
  • Virksemi, sum fevnir yvir minst 10 samanhangandi vikur

 

Um tit hava spurningar viðv. Frítíðarkortinum, eru tit vælkomin at venda tykkum til Nes kommunu við telduposti á kort@nes.fo ella á telefon 447586.