Hvat er Frítíðarkortið?
Endamálið við Frítíðarkortinum er at stuðla børnum og ungum fíggjarliga at vera virkin í frítíðarvirksemi.
Øll børn og ung í aldrinum 0 til 18 ár fáa eitt frítíðarkort til eitt virði á kr. 2.000, sum kann nýtast til lima- og luttøkugjald í ymisku ítróttar- og frítíðarvirksemis tilboðunum, sum teimum standa í boði í Nes kommunu og aðrastaðni. Frítíðarkortið kann nýtast til: Ítrótt, skótar, kvøldskúla, musikkskúla v.m.
Hvussu virkar Frítíðarkortið?
Nes kommuna skrásetir øll børn og ung upp til 18 ár at eiga kr. 2.000 tilgóðar at nýta til lima- og luttøkugjald um árið.
Har feløg/felagsskapir í Nes kommunu skipa fyri almennum tilmeldingardegi, er møguleiki at fáa skrásett seg á eitt yvirlit, og Nes kommuna flytir peningin beinleiðis til feløgini/felagsskapirnar samsvarandi yvirlitinum.
Mannagongdin er annars, at foreldur gjalda fyrst til feløgini/felagsskapirnar og fáa so endurrindað frá Nes kommunu við at senda kvittan til kort@nes.fo. Har skal vera upplýst, hvat barn talan er um, hvat frítíðartilboð goldið er fyri, og hvørja kontu pengarnir skulu rindast aftur á.
Nes kommuna treytar sær, at har Frítíðarkortið verður nýtt, skal felagið, sum stendur fyri virkseminum hava:
- viðtøkur og nevnd
- venjarar/lærarar sum eru yvir 18 ár – yngri kunnu verða hjálparvenjarar
Um tit hava spurningar viðv. Frítíðarkortinum, eru tit vælkomin at venda tykkum til Nes kommunu við telduposti á kort@nes.fo ella á telefon 447586.