Fríggjakvøldið 27. mai kl. 20.00 fáa vit nevniliga vitjan av dreingja- og manskórisnum í Haderslev dómkirkju.
Leiðari er organisturin í dómkirkjuni Henrik Skærbæk Jespersen. Sami Henrik var í 2019 í Føroyum við “Orguldreingjunum” úr Haderslev. Hesaferð hevur hann 50 sangarar í aldrinum 9 ár og eldri við sær. Ungu dreingirnir syngja allir sopranstemmurnar meðan teir vaksnu syngja alt, tenor og bass.
Kórið hevur ferðast víða og hevur fleiri ferðir sungið fyri teim kongaligu til barnadóp og onnur høvi. Teir hava sungið í øllum dómkirkjunum í Danmark, og fara teir eisini at syngja undir guðstænastuni í Havnar kirkju sunnudagin 29. mai kl. 11.
Men áðrenn hetta vitja teir í Fríðrikskirkjuni.
Á skránni er danskur svenskur og enskur kórtónleikur. Sum eykanummar fer kórið at syngja eina útseting av lagnum hjá Steintóri Rasmussen “Tað kundi verið eg”.
Vælkomin øll!