Tað er fyrstu ferð at skipað verður fyri almennari fótbóltskapping í Tofta skúla fyri yngri lið. Høllin er vælegnað til tílíkar kappingar, og bandar verða settir upp, sum er vanligt til hesar kapppingar.
Seinastu 5 árini hevur høllin verið karmur um Nes kommunu Cup, sum er fótbóltskapping fyri vaksin, og hesar kappingar hava verið sera væl umtóktar.
Umleið 50 lið hava teknað seg til kappingina, sum byrjar kl. 9.00 og væntandi liðug kl 21.00. Talan er um flest allar aldursbólkar, frá U8 til U18, bæði fyri gentur og dreingir.
Áskoðarar eru vælkomnir at hyggja og møguleiki er at keypa kaffi og okkurt aftur við.