Onnur tíðindi

Forskúlatilboðið í Nes kommunu víðkað

Í 3 ár, frá 2013 til 2015, samstarvaðu barnagarðurin á Svangaskarði og Tofta skúli um eina royndarverkætlan við 6 ára gomlum børnum. Royndirnar og samstarvið góðu so mikið góð úrslit, at Nes kommuna avgjørdi at halda fram við hesum forskúlatilboði, sum eina varandi loysn frá 2016 av.

 

Higartil hevur samstarvið millum barnagarðin og skúlan verið í føroyskum og málmenning, og nú halda partarnir, at tíðin eisini er komin til menna talfatanina.

 

Tofta skúli og barnagarðurin á Svangaskarði samstarva um ta málsligu menningina hjá 6 ára gomlu børnunum. Endamálið er at byggja brýr millum stovn og skúla samstundis, sum fakbólkarnir samstarva á námsfrøðiligum grundarlagi. Gransking hevur týðiliga víst, at um arbeitt verður miðvíst við málmenning og tí málsliga medvitinum áðrenn skúlabyrjan, verða børnini nógv betur fyri, tá ið tey skulu í skúla.

 

Skipaða samstarvið millum barnagarðin og skúlan er grundað á verkætlanir, sum Jørgen Frost, kendi professarin og granskarin, hevur gjørt bæði í Danmark og Noregi. Ein tann kendasta verkætlanin er “Bornholmerprojektet”. Samstarvið millum barnagarð og skúla, sum í Danmark kallast “fra jul til jul”, tekur støði í 6 ára gomlum børnum. Jørgen Frost hevur eisini verið í Føroyum og hildið fyrilestrar um málsliga menning.

Talan er um málsliga menning gjøgnum spæl. Málspølini eru eisini ein kendur partur av undirvísingini í byrjanini av 1. flokki. Tann praktiski parturin av verkætlanini hjá Jørgen Frost er týddur til føroyskt, og hetta tilfarið verður grundarlagið undir undirvísingini hjá Barnagarðinum á Svangaskarði og Tofta skúla. Harumframt er annað tilfar tøkt til hesa verkætlan, sum námsfrøðiliga byggir á somu fatan.

Lesiroyndirnar, sum eru gjørdar í 1. flokki vísa, at børnini hava ment lesiførleikan, síðani royndarverkætlanin fór av bakkastokki í 2013, og farið var at arbeiða málrættað við málsligari og sosialari menning av teimum 6 ára gomlu.

 

Stovnarnir báðir eru á einum máli um, at góða samstarvið, við málsligu menningini hjá børnunum, skal halda fram og víðkast við eisini at umfata menning av talfatanini.

 

Samstarvið er skipað soleiðis, at frá januar verður komandi føroysktlærarin og roknilærarin knýttur til arbeiðið í skúlabólkinum í barnagarðinum 6 tímar um vikuna, 4 tímar í føroyskum og málmenning og 2 tímar í menning av talfatanini. Tá ið børnini byrja í skúla í august, verður námsfrøðingurin knýttur til arbeiðið í 1. flokki í skúlanum nakrar tímar um vikuna árið út.