Fólkatingsval er lýst at verða mánadagin 31. oktober 2022.
Atkvøðugreiðslan fer fram í fimleikahøllini í Tofta skúla frá kl. 9.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi fríggjadagin 28. oktober 2022 greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari avgreiðslutíð. Brævatkvøður skulu vera valstýrinum, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl. 9.00 tann 31. oktober 2022.
Heimaval:
Veljarar, ið vegna sjúku ella vantandi førleika ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi fríggjadagin tann 28. oktober, við at boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 447586 helst innan hósdagin 27. oktober kl. 15.00.
Valkort:
Valkortini verða send út við postinum í næstum til allar veljarar, ið standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá sum skjótast.
Mint verður á, at hava valkortið hjá sær tá møtt verður á valstaðnum.
Nes kommuna.