Onnur tíðindi

Flot: Nú byrja venjingarnar aftur

Frá svimjifelagnum Flot av Toftum verður sagt frá, at nú verður byrjað uppá svimjiárið 2016/17, og venjingarnar fara í gongd. Í tí sambandinum er tilmelding í skúlanum á Toftum í kvøld, týskvøldið 23. august, frá kl 17.00 til 19.00.

Meðan tilmeldingin fer fram, kunnu børnini stuttleika sær í svimjihylinum, har venjarar eisini verða til staðar.

Flot sigur frá, at øll eru hjartaliga vælkomin.