Onnur tíðindi

Flaggregatta 2019 – móttøkan á Toftum

Í samband við regattasiglingina 2019  og 100 ára hátíðarhaldið hjá Merkinum, legði regattaflotin at bryggju á Toftum fríggjadagin, 21 juni, har skipað var fyri móttøku. Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, bjóðaði vælkomin og helt talu. Talan er endurgivin niðanfyri.

——

Góðan dag øll somul og hjartaliga vælkomin á Toftagjógv. Ein serstøk heilsan til manningarnar á træseglskipunum, sum hava lagt at landi her fyri løtu síðani, og eru partur av árligu regattaini, sum í ár kallast Flaggregattain 2019. Hjartaliga vælkomin.

Tað var sera hábærsligt og stórbart, og tað nemur hjartastreingirnar, at síggju vøkru træseglskipini sigla inn á Skálafjørðin ídag, og tað er ein sera vøkur sjón, nú øll liggja her við Toftagjógv. Takk fyri at tit valdu Tofta Havn á tykkara regattaleið í ár, og sum borgarstjóri í Nes kommuna er tað mær ein heiður at taka ímóti og at kunna bjóða okkara góðu havnaumstøður fram.

Tað liggja nógvar og drúgvar fyrireikingar aftanfyri árligu regattasiglingarnar. Av royndum á havinum í nógv ár, og fyrireiking av undanfarnum regattasiglingum, vita menn av royndum, at lyklin til suksess, er góð og nágreinilig fyrireiking. Soleiðis eisini við regattasiglingini 2019.

Fyrireikingin til hesa regattaina byrjaði longu á heysti 2017, og í okt. 2017 var fundur millum umboð fyri Felagið Føroysk Træseglskip og Nes kommunu, har kommuna fekk áheitan um at hýsa og stuðla regattasiglingi 2019. Á bygdaráðsfundi 27. Nov. 2017 bleiv áheitan gingin á møti.

Á heysti 2017 var Flaggsiglingin ikki í umbúna. Men tað skuldi vísa seg, at Regattain í ár skuldi verða nógv meira umfatandi enn undanfarin ár. Í ár hátíðarhalda vit at Merkið – Føroyska Flaggið – er 100 ár, og í tí sambandinum bleiv tað í í fjør avgjørt, at árliga Regattain í ár skuldi verða ein Flaggregatta.

2. juni 2019 vóru tað liðin 100 ár síðani, at eldhugaðir ungir føroyingar í Keypmannahavn, uml. 100 í tali, á fyrsta sinni vístu Merkið fram í samband við eina hvítusunnuútferð, sum Føroyingafelagið í Keypmannahavn skipaði fyri út i Norðmansdalin, har Fredensborg slottið liggur. Hetta helt nevndin í Felagnum Føroysk Træseglskip átti at markerast, og á aðalfundinum í 2018 var avgjørt, at nøkur av okkara elstu træskipum og bátum skuldu sigla til Keypmannahavnar, og har saman við øðrum hátíðarhalda, at ein øld er runnin, síðani Merkið á fyrsta sinni varð borið fram.

16. mai var fráferð úr Havn, og á túrinum til Keypmannahavnar, var vitja í Odense, Århus og Helsingør. Á heimferðini var vitja í Ebeltoft og Lerwick í Hetlandi. Ein mána seinni, seinasta sunnudag, vóru skipini aftur í føroyskar havn. Sum skilst hevur móttøkan verið sera góða alla staðni, og í frálíku røðu síni 100 árs dagin í Normansdalinum, helt Jógvan Arge fyri, at hesin túrurin hjá føroyska flotanum hevði eydnast sera væl, og at eingin annar hevði kunnað gjørt tað betur.

Hóast merkið á fysta sinnið var borið fram í 1919, so bleiv tað ikki viðurkent fyri enn 25. Apríl 1940, og kom fyrsta almenna viðurkenningin frá bretska hersetingarvaldinum. Føroyskir sjómenn kundu  nú sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðareyðkenni. Nakrar dagar frammanundan, 9. Apríl, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinna heimsbardaga, byrjaði sluppin Eysturoyggin at flagga við merkinum.

Undir seinna heimsbardaga gjørdist havið um Føroyar sera vandamikið, men føroyingar, ið eru bundnir at havinum, høvdu einki annað í at velja enn at halda fram við at sigla. Trot var á fiski í Bretlandi, og føroysk fiskiskip tóku upp eina lønandi sigling við ísfiski úr íslandi á bretska marknaðin. Bretska hersetingarvaldið kravdi nú, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi og at føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar skuldu verða málað á skipsíðurnar.

Fyrsta skipið, sum vísti Merkið vestan hav, var skonnartin Sanna, hjá Napoleon Jacobsen, á Glyvrum. Sanna sigldi inn í havnina í New York 12. November 1940 við Merkinum veitrandi afturi á hekkuni. Hon var leiga til at sigla við m.a. livralýsi og ull yvir til USA og at hava neyðsynjarvørur heimaftur við.

Hóast fyrsti túrurin hjá Merkinum var við toki í danmark, kunnu vit siga, at tað vóru tað føroysku sluppirnar, sum gjørdu og eiga heiðurin av, at Merkið kom til heiður og æru.

Í Regattafylginum í dag, umborð á Westward HO, eru fleiri av monnunum sum dagliga koma í Undirhúsið á Toftum. Millum teirra er elsti maður í Nes kommunu í dag, 94 ára gamli, Jákup Mikal Mikkelsen.  Á vikuligu sangløtuni hjá Undirhúsinum fyrradagin, greiddi Jákup Mikal frá, at hann var við toftaskipinum Elsu tá seinni heimsbardagi brast á, 9. Apríl 1940, og hann minnist, at teir høvdu danskt flagg. Tá Elsa fór nýggjan túr 27. Apríl 1940, flaggaðu teir við føroyskum flaggi. Jákup Mikal  helt fyri, at teir vóru millum teir fyrstu, um ikki teir fyrstu, at brúka føroyskt flagg, eftir at Merkið var viðurkent.

Menningin av føroyska samfelagnum tók verunliga dik á seg tá føroyingar byrjaðu at útvega sær skip og sum kunnugt kom fyrsta sluppin til Føroyar í 1872. Tær 3 bygdirnar í Nes kommunu hava verið fiskivinnubygdir burturav. Og eins og aðra staðni, so hevur fiskivinnan verið grundarlagið undir trivnaði og vøkstri.

Í byrjanini var tað avmarkað hvussu nógvar menn av Nesi, Toftum og Saltnesi vóru til skips, eftir at føroyingar í 1870-unum fingu tað at eydnast við sluppfiskiskapinum. Tá skipatalið veruliga fór at vaksa í 1890-árunum, vóru boð eftir skipsmonnum higani. Og sambondini millum reiðarar, eitt nú úr Havn, og menn av Toftum komu natúrliga í lag. Reiðarar vóru mangan eisini handilsmenn, sum høvdu sínar úthandlar á bygdum. Nakrir úthandlar komu á Toftum, og við hesum sambondum fylgdi næstan altíð ein sjálvskapt gongd, har fólkum á Nesi, Toftum og Saltnesi stóð í boði at vaska og turka saltfisk til klippfisk.

Havnaviðurskiftini vóru eisini orsøk til at samstarv bleiv millum reiðarar úr Havn og menn á Skálafjørðinum. Tá sluppfiskiskapurin tók seg upp vóru havnaviðurskiftini vánalig, eisini í Havn, og tí komu skipini ofta inn á Skálafjøðin at liggja, her tey eisini høvdu vetrarlegu.

Sambandið millum reiðarnar í Havn og fólkið á Skálafjørðinum gjørdi, at menn higani fingu kjans við skipum hjá hesum reiðarum. Fyrsta skip, ið er skrásett á Toftum var “Prince of Wales”, sum Dávur Davidsen av Nesi keypti saman við bygdamonnum og havnarmonnum í 1897 úr Onglandi. Prince of Wales var lítil gomul slupp, merkt 47 tons netto, hevði 2 mastrar og var bygd í 1841. Sluppin var til fiskiskap til 1905 og upphøgd í 1908.

Ilt er at taka nøkur einstøk skip úr rúgvini, sum vóru heimahoyandi í kommununi í fyrra helmingi 1900 talinum, men skip sum Silver Bell, Anna, Gunhild, Mjóanes, Elsa, Morning Star, Phebe, Colombus, Oyrasker, Høganes, Kongshavn, Brimnes eru skip sum vit kennast væl við.

Sum fiskivinnupláss, tók vøksturin á Toftum verunliga dik á seg í 1950 og 1960-inum og frameftir.

Línuskipini hava havt ein serliga stóra stóran týdning fyri Nes kommunu. Í 2013 gav tíðindamaðurin, Sigmar Bláberg, bók út um føroysku stállínuskipini, og her kunnu vit lesa um hvussu Toftamenn slóðaðu fyri og byrjaðu eitt nýtt fiskivinnutíðarskeið, við at lata byggja fyrsta føroyska stállínuskipið, “Vesturhavið Blíða”, í 1956, og síðani hava nógv stállínuskip havt heimstað her í kommununi.  Óneyðugt at nevna nøvn, og tað er so skjótt eisini at gloyma okkurt burturúr rúgvini, men flestu av okkum kennast við ella minnast hesi skipini. Skip, sum vit ár út og ár inn hava sæð ligið við bryggju her á havnalagnum ella siglt út- og inneftir eftir fjørðinum til og frá fiskiskapi.

Og nógvir eru teir mennirnir, sum saman við familjum teirra, hava havt sína inntøku og sítt livigrundarlag frá hesum línuskipum. Tað munnu verða fáir menn her í kommunini, sum vuksu upp í 60-inum, 70-inum og stóran part av 80-inum, sum ikki hava roynt seg við einum av teimum stállínuskipum, sum hava verið heimahoyrandi her á staðnum.

Tíðirnar broytast og vit broytast við, og línufiskiskapurin hevur ikki eins stóran týdningin fyri livigrundarlagið fyri familjurnar her á staðnum í dag, sum hann hevði fyrr, men framvegis hevur tað stóran týdning fyri framburðin og tilverugrundarlagið fyri Nes kommunu og fólki her býr, at tað framhaldandi eru framfýsin vinnulívsfólk her á staðnum, sum gera íløgur í og virka í okkara høvuðsvinnu, sum okkara fiskivinna framvegis er og fer at verða.

Tí er tað avgerðandi neyðugt, at land og kommunur, framhaldandi arbeiði við at menna og bøta um umstøðurnar hjá fiskivinnuni.

Tíverri er tað soleiðis ídag, at tað er lítil áhugi millum ungdóm okkara at gerast fiskimaður, hóast umstøðurnar á sjónum ongatíð hava verið betur. Orsøkirnar eru helst fleiri. Í einum lesarabrævið undan jólum í fjør, vísti bygdamaðurin, Jógvan I. Olsen, fyrrverandi skipari og løgtingsformaður, á, at tað haltaði við okkara skúlaskipan, og at tað tí var alneyðugt, skjótast gjørligt, at seta á stovn ein fiskimannakúla. Tað taki eg taki fult undir við, og mæli til at landsins skúlamynduleikar byrja ein fiskimannaskúla. Um tað skuldi verið, kundi Nes kommuna hýst einum tílíkum skúla, m.a. tí at her er stutt til fiskileiðir og her eru fyritøkur sum eru knýttar tætt at fiskivinnunu: Vit kunnu nevna Uppboðssølu, landingarmiðstøð, kassamiðstøð, saltfiskavirki, ísvirki, saltsølu, egningarskúrar, báta- og skipahavn.

Mangan verður tikið til, at tað er neyðugt at kenna fortíðina fyri at leggja ætlanir fyri framtíðina. Vit kunnu eisini siga, at samleiki okkara ofta er treytaður av kunnleikanum um, hvaðani vit koma. Vit kunnu staðfesta, byrjanin til nútíðar fiskivinnusamfelag, eru føroysku træseglskipini.

Túsund takk, tit, sum standa aftanfyri felagið Felagið Føroysk Træseglskip, fyri tykkara stóra arbeiði fyri at varðveita føroysku træseglskipini og fyri á hvørjum ári at skipað fyri Føroya Regatta.

Tílík regattasigling er við til at halda lív í søguni um okkara sluppir, okkara træseglskip, sum er ein stórur partur av okkara mentanarsøgu, og sum hevur havt so ómetaliga stóran týdning fyri mennningina í okkara samfelag.

Vónandi fáa vit eina góða løtu saman her á Toftagjógv í kvøld, og fari ynskja tykkum ein góðan túr víðari til Tvøroyari, tá tit loysa um midnáttarleitið.

Takk fyri.