Onnur tíðindi

Fíggjarætlanin fyri 2022 hjá Nes kommunu

Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu í kvøld, tann 29. november, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.

Skattaprosentið verður 20,5%, sum er tað sama sum í 2021. Barnafrádrátturin verður kr. 5.500, sum eisini er tann sami sum í 2021.

Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða  67.3 mió kr. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 58,8 mió. kr. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 8,5 mió. kr..

Avsettar eru 12,9 mió. kr. til íløgur. Samlað gevur hettar eitt hall á 4,4 mió. kr..

Afturgjald av skuld verður í 2022 umleið 3 mió. kr.

Samtykt er, at afturgjald av skuld verður fíggjað við rakstraravlopi. Íløgurnar verða fíggjaðar við rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 4 mió. kr.

Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á kr. 2.000 fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2021 – eisini galdandi í 2022.

Størstu í íløgurnar í 2021 vóru at gera Frítíðarskúla lidnan, útstykkingarveg á  Ólavsvegi, parkeringsøki v. m. við íbúðirnar á Kneysum/Heygsvegi, klæðing av 1958 skúlabygninginum og umbygging av Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Hesar íløgurnar verða eftir ætlan lidnar um árskiftið.

Í 2022 eru avsettar:

4,0 mió. kr. til at spreingja bakkan innan fyri MJ-saltsøluna; vinnuøki og verjugrót til Oyrahavnina

3,0 mió. kr. til jarðarkeyp til íbúðar-, rað- og sethúsabygging við Høganesveg og Regnaveg

1,7 mió til skúlan; ætlað til tónleikastovu, ventilatión í svimjihylinum, útøki og búmerki

1,9 mió. kr. til Heygsveg

1,0 mió. kr. til øki á Svangaskarði; ætlað til girðing, køk og málgoymslu

0,4 mió. kr. til útøki við Barnagarðin/vøggustovuna og Frítíðarskúlan

0,5 mió. kr. til Endurnýtsluplássið; ætlað til pressubingju v.m.

0,3 mió. kr. til vatn-reinsiverkið

0,2 mió. kr. til Neshamar

0,2 mió kr. til moldgoymsluna

0,1 mió. kr. til gøtu úti á Nesi

0,1 mió. kr til Heilsumiðstøðina

 

Annars eru avsettar smærri og størri upphæddir til rakstur av kommunalum vegum, bygningum og ognum annars.

Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa. Tann 25. november 2021 búðu 1451 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøskturin higartil í ár komin uppá 52 fólk.

Bygdaráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at leggja dent á at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.

 

Vegna bygdaráðið í Nes kommunu

Súni í Hjøllum, borgarstjóri