Á bygdaráðsfundi hjá Nes kommunu í kvøld, tann 29. november, varð fíggjarætlanin fyri 2022 einmælt samtykt.
Skattaprosentið verður 20,5%, sum er tað sama sum í 2021. Barnafrádrátturin verður kr. 5.500, sum eisini er tann sami sum í 2021.
Samlaðu inntøkurnar verða mettar at verða 67.3 mió kr. Rakstrarútreiðslurnar verða mettar til 58,8 mió. kr. Hetta gevur eitt rakstraravlop á 8,5 mió. kr..
Avsettar eru 12,9 mió. kr. til íløgur. Samlað gevur hettar eitt hall á 4,4 mió. kr..
Afturgjald av skuld verður í 2022 umleið 3 mió. kr.
Samtykt er, at afturgjald av skuld verður fíggjað við rakstraravlopi. Íløgurnar verða fíggjaðar við rakstraravlopi, tøkum peningi og lántøku á 4 mió. kr.
Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt. Frítíðarkortið á kr. 2.000 fyri hvørt barn millum 0-18 ár verður – eins og í 2021 – eisini galdandi í 2022.
Størstu í íløgurnar í 2021 vóru at gera Frítíðarskúla lidnan, útstykkingarveg á Ólavsvegi, parkeringsøki v. m. við íbúðirnar á Kneysum/Heygsvegi, klæðing av 1958 skúlabygninginum og umbygging av Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Hesar íløgurnar verða eftir ætlan lidnar um árskiftið.
Í 2022 eru avsettar:
4,0 mió. kr. til at spreingja bakkan innan fyri MJ-saltsøluna; vinnuøki og verjugrót til Oyrahavnina
3,0 mió. kr. til jarðarkeyp til íbúðar-, rað- og sethúsabygging við Høganesveg og Regnaveg
1,7 mió til skúlan; ætlað til tónleikastovu, ventilatión í svimjihylinum, útøki og búmerki
1,9 mió. kr. til Heygsveg
1,0 mió. kr. til øki á Svangaskarði; ætlað til girðing, køk og málgoymslu
0,4 mió. kr. til útøki við Barnagarðin/vøggustovuna og Frítíðarskúlan
0,5 mió. kr. til Endurnýtsluplássið; ætlað til pressubingju v.m.
0,3 mió. kr. til vatn-reinsiverkið
0,2 mió. kr. til Neshamar
0,2 mió kr. til moldgoymsluna
0,1 mió. kr. til gøtu úti á Nesi
0,1 mió. kr til Heilsumiðstøðina
Annars eru avsettar smærri og størri upphæddir til rakstur av kommunalum vegum, bygningum og ognum annars.
Fólkatalið í Nes kommunu heldur fram at vaksa. Tann 25. november 2021 búðu 1451 fólk í Nes kommunu. Sostatt er fólkavøskturin higartil í ár komin uppá 52 fólk.
Bygdaráðið í Nes kommunu fer framhaldandi at leggja dent á at skapa fortreytir fyri trivnaði, framburði og burðardyggari menning við skilagóðari fíggjarstýring.
Vegna bygdaráðið í Nes kommunu
Súni í Hjøllum, borgarstjóri