Fíggjarætlanin fyri 2020 hjá Nes kommunu bleiv í kvøld, 7. november, einmælt samtykt við aðru viðgerð. Fíggjarætlanin skal hava triðju viðgerð, og verður endaliga góðkend, á komandi bygdaráðsfundinum tann 25. november 2019.
Fyritreytirnar fyri inntøkunum eru, at skattaprosentið verður óbroytt, 20,5 prosent, og at barnafrádrátturin er óbroyttur kr. 5.500.
Nettoinntøkan fyri 2020 er mett til 60,4 mió. kr. í mun til 54,8 mió. kr. (v/eykajáttan), sum er metta inntøkan fyri 2019. Ein hækking uppá 5,6 mió. kr., ella 10,2 prosent.
Rakstrarkostnaðurin fyri 2020 er mettur til 51,4 mió. kr. í mun til 48,5 mió. kr. (v/eykajáttan), sum er metti kostnaðurin fyri 2019. Ein hækking uppá 2,9 mió. kr., ella 6,0 prosent.
Á barnaansingarøkinum verða ansingargjøldini óbroytt.
Sum nakað nýtt, ætlar Nes kommuna at bjóða øllum ungum, ímillum 6 og 18 ár, eitt frítíðarkort. Frítíðarkortið, verður eftir ætlan eitt ognarkort á kr. 2.000 árliga, sum kann nýtast til skipað frítíðar-, ítróttar- og mentanartilboð. Avsett er 0,5 mió. kr., sum er metti árligi kostnaðurin av hesi skipan.
Útgreining av rakstrarkostnaðinum í 2020:
§1 | Kommunal fyrisiting | 5,2 | mió. kr. | |
§2 | Almanna- og heilsumál | 18,2 | mió. kr. | |
§3 | Børn og ung | 12,3 | mió.kr. | |
§4 | Undirvísing | 4,2 | mió. kr. | |
§5 | Mentan og frítíð | 3,6 | mió. kr. | |
§6 | Teknisk mál | 4,6 | mió. kr. | |
§7 | Kommunalt virksemi | 3,3 | mió. kr. | |
Rakstrarúrslitið verður sostatt eitt avlop áðrenn íløgur á 9,0 mió. kr.
Ætlanin er at gera íløgur í 2020 fyri 19,1 mió. kr., netto.
Stórsta íløgan í 2020 er framhald av bygging av nýggjum og dagførdum frítíðarskúla uppá 7,5 mió. kr. Samlaði kostnaðurin er mettur til 12,5 mió. kr. Byggingin verður liðug í 2020.
Kommunan fer í 2020 at halda fram við at gera økið á Kneysum og fram við Heygsvegnum byggiklárt til íbúðarbyggingina. Í økinum verða 4 íbúðarbygningar við 34 íbúðum. Arbeiðið við útstykkingini Undir Høganesi, sum er í gongd, verður gjørt liðugt í 2020. Avsett er 3,0 mió. (netto) til byggibúning v.m.
Peningur er avsettur til Ídnaðarøkið við Rætt og til bátahylin, íalt 2,7 mió. kr. Ætlanin er at halda fram við at útbyggja Ídnaðarøkið við Rætt, samstundis sum ætlanin er at útbyggja og dagføra økið við bátahylin í Oyrunum. Peningur er m.a. avsettur til at fáa inn uppskot til hvussu økið við bátahylin skal útbyggjast og dagførast.
Svimjihylurin í Tofta skúla, sum er frá 1981, verður í 2020 høvuðsumvældur so hann lýkur nútíðar krøv. Í 2018 og 2019 eru nýtt tøknirúm bygt og nýggj tøkniútgerð sett upp og tikin í nýtslu. 3. og seinasta stigið er at høvuðsumvæla svimjihylin. 1,4 mió. kr er avsett til hetta arbeiðið.
Eisini er peningur settur av til Roðan Økistænastuna. Peningurin skal nýtast til umbygging av Røktar- og Ellisheiminum, sum m.a. hevur við sær, at teir báðir køkarnir verða ein køkur, Heimarøktin flytir úr kjallaranum í Heilsudeplinum niðan á Røktar- og Ellisheimið, nýggj umsitingahølir verða gjørd og svimjihylurin, sum ikki hevur verið brúktur í á leið 10 ár, letur uppaftur. Samlaði íløgukostnaðurin hjá Roðanum er mettur til 13,7 mió. kr, sum verður býttur yvir 2 fíggjarár. Parturin hjá Nes kommunu í 2020, sum verður býttur eftir íbúgvartalinum eldri enn 67 ár, er 1,4 mió. kr.
Ætlaðu íløgurnar kunnu sundurgreinast soleiðis:
Heilsumiðstøðin í Runavík | 0,1 | mió. kr. | |||
Roðin økistænastan | 1,4 | mió. kr | |||
Barnagarðurin | 0,3 | mió. kr. | |||
Útbygging av frítíðarskúlanum | 7,5 | mió. kr | |||
Nýggjur vøllur við Tofta skúla | 0,8 | mió. kr. | |||
Dagføring av svimjihylinum | 1,4 | mió. kr. | |||
Hegn vestanfyri vøllin á Svangaskarði | 0,1 | mió. kr. | |||
Ítróttarhúsið á Svangaskarði | 0,3 | mió. kr. | |||
Fyrireiking av fótbóltshøll | 0,3 | mio. kr. | |||
Útstykking / byggibúning /vegir | 3,0 | mió. kr. | |||
Pumpuskipan á vatnleidningin | 0,9 | mió. kr. | |||
Spillivatnsætlanin | 0,1 | mió. kr. | |||
Moldgoymslan | 0,1 | mió. kr. | |||
Skálafjarðar Kommunala Sløkkilið | 0,1 | mió. kr. | |||
Ídnaðarøkið og bátahylurin | 2,7 | mió. kr. |
Í fíggjarætlanini er roknað við at taka lán fyri 14,0 mió. kr. og at afturgjaldingin av skuld er 3,2 mió. kr. Í løtuni er nettoskuldin niðanfyri ½ skattaálíkning. Tá ætlaðu íløgurnar eru gjørdar, er nettoskuldin komin uppá eina ¾ skattaálíkning.
Tá fíggjarætlanin er endaliga samtykt seinni í hesum mánaðinum, verður hon løgd út á heimasíðuna í fullari longd.
Soleiðis samtykt á bygdaráðsfundi 7. November 2019.
Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri