Onnur tíðindi

Fíggjarætlanin 2017

Fíggjarætlanin fyri 2017 er løgd fram við tí fyritreyt, at skattaprosentið er 20,5 prosent og barnafrádrátturin kr. 5.000. 

Nettoinntøkan fyri 2017 er mett til 46,9 mió. kr. í mun til 44,5 mió. kr., sum er metta inntøkan fyri 2016. Ein hækking uppá 2,4 mió. kr., ella 5,4 prosent.

Rakstrarkostnaðurin fyri 2017 er mettur til 43,8 mió. kr. í mun til 43,4 mió. kr., sum er metti kostnaðurin fyri 2016. Ein hækking uppá 0,4 mió. kr., ella 0,6 prosent.

Rakstrarúrslitið verður sostatt væntandi eitt avlop á 3,1 mió. kr., sum ætlanin er at nýta til íløgur.

 nbsp;

Lánsavdrøgini í 2017 verða væntandi 2,7 mió. kr., sum verður fíggjað við tøkum peningi. Nettoskuldin hjá Nes kommunu pr. 30.09.2016, er 21,9 mió. kr., sum svarar til eina hálva skattaálíkning við einum skattaprosenti á 23,0.

 Høvuðstølini eru hesi:

 

– Inntøkur v.m. §20                    46,9 mió.kr.

– Rakstur íalt                             43,8 mió. kr.

– Íløgur (netto) íalt                      3,1 mió. kr.

 

Nettoíløgurnar í 2017 eru mettar til 3,1 mió. kr. Roknað verður við sølu av grundstykkjum fyri 1,0 mió. kr., og sostatt er metta bruttoíløgan í 2017 4,1 mió. kr.

 

Samtyktu íløgurnar fyri 2017 eru hesar:

Heilsumiðstøðin                          0,2 mió. kr.

Útiøkið skúlans                           0,1 mió. kr.

Umvæling skúlin, 81´bygn.         0,5 mió. kr.

Svangaskarð, málgoymsla          0,1 mió. kr.

Alment WC                                0,3 mió. kr.

Fríðkan Sámalsgil                       0,1 mió. kr.

Søla grundstykkir                     -1,0  mió. kr.

Jarðarkeyp til íbúðarbygging       0,7 mió. kr.

Vegagerð Agnið                         1,3 mió. kr.

Heygshúsini                               0,2 mió. kr.

Havnin projektering                    0,5 mió. kr.

Bátahylurin                                0,1 mió. kr.

 

Fíggjarætlanin var einmælt samtykt á bygdarráðsfundi við aðru viðgerð 31. Oktober 2016.

 

Nes kommuna

Jóhannus Danielsen, borgarstjóri