Onnur tíðindi

Eysturoyar Vinnulívsfelag skipar fyri fyrilestrum í Løkshøll

Evnið verður “Hvønn týdning hevur eitt gott kappingarføri?”

Eysturoyar Vinnulívsfelag bjóðar til spennandi fyrilestrar, sum seta fokus á hvønn týdning eitt gott kappingarføri hevur fyri føroyska samfelagið, fyri fólkið sum býr í landinum og fyri føroyska vinnulívið. Somuleiðis verður umrøtt hvørjar avleiðingar eitt vánaligt kappingarføri hevur.

Fyrilestrarhaldarar vera:

  • Elisabeth Holvik, leiðandi búskaparfrøðingur í SpareBank 1 í Noregi
  • Niels Winther, ráðgevi í Vinnuhúsinum
  • Jógvan Jespersen, stjóri Felagið Nótaskip

Fyrilestrarnir verða hildnir í Løkshøll, hóskvøldið 4. apríl frá kl. 19.00 til kl. 21.30

Øll  eru vælkomin!