Saman við IRF, fer Nes kommuna undir eina verkætlan um at endurvinna matloyvdirnar við hús, og í hesum sambandi at bjóða sínum borgarum eitt sett av Bokashi spannum ókeypis. Tey í hava áhuga í at verða við í hesar verkætlan,skulu boða Nes kommunu frá við at skriva til nes@nes.fo.
Í einum setti av Bokashi eru tvær spannir og 1 kg av kompostger. Tilmeldingarnar skulu verða Nes kommunu í hendi innan 1. nov. 2020, og Bokashi settini verða útleveraði fyrst í 2021.
Bokashi er ein máti at endurvinna matleivdir við hús. Í bokashi-tilgongdini verður tilfarið (matleivdirnar) súrgað, eins og tá vit súrga mjólk ella grønmeti. Tilgongdin verður kallað fermentering og er anaerobisk. Hvørja ferð, tú koyrir matleivdir í bokashi-spannina, verður kompostger latin omanyvir (Hendan gerin fylgir við bokashi-settinum).
Tá spannin er full, skal hon standa í tvær vikur í innihita, og síðani eru tveir møguleikar at hagreiða bokashi-tilfarið víðari:
- Tilfarið kann gravast niður í mold (t.d. í eina gamla veltu ella í eina pallerammu)
- Tilfarið kann leggjast í ein kompostkassa og síðani verða dekkað til við mold.
Allar matleivdir kunnu latast í bokashi-spannina, eisini fiskur og kjøt. Rotta verður ikki drigin at bokashi á sama hátt sum við vanligum komposti. Orsøkin til hetta er, at innihaldið í Bokashispannini hevur eitt sera lágt pH-virði, og rottum dáma ikki súran mat (tær dragast í størri mun at rotnum mati). Tó kann tað henda, at hundur ella fuglur fer at skava í einum kassa við bokashi, um tilfarið ikki er grivið nóg langt niður. Tí verður mælt til at leggja 5-10 cm av mold omanyvir, hava eitt lok yvir ella brúka ein kompostkassa.
Afturat Bokashi-settinum er tað neyðugt, at borgarar hava ein kompostkassa, pallerammu ella møguleika at grava bokashitilfarið niður úti í garðinum.
Hesar treytir eru fyri at fyribyrgja smittuspjaðing frá køks-og matleivdum, sum stava frá djórum, til húsdjór.
- Køks- og matleivdir skulu vera blivin til sankutøð, áðrenn tey verða brúkt.
- Sankutøðini skulu brúkast í tí húsarhaldi, har matleivdirnar koma frá, og mugu ikki flytast til onnur støð.
- Sankutøð mugu ikki brúkast har samband er við húsdjór, tvs. høsn, gæs, seyð, heimalomb osfr.
- Sankutøð mugu ikki brúkast á landbúnaðarjørð.
Fleiri upplýsingar um sankutøð eru at finna á heimasíðuni hjá HFS um ásetingar fyri privat húsarhald. Les meira her.
Til ber eisini at lesa meira um bokashi á www.irf.fo/bokashi og www.byhaver.dk, og møguleiki er eisini at innlima seg í føroyska facebook-bólkin “Bokashi sankutøð í Føroyum”.