Onnur tíðindi

Endurnýtsluvirkið er opið allar gerandisdagar viku 41 og 42

Í sambandi við, at fjøllini verða gingin, tekur Endurnýtsluvirkið ímóti burturkasti frá slaktinum.

Mint verður á, at vembur skulu verða tómar og saman við innvølinum koyrdar í posar, áðrenn koyrt verður í bingjuna.

Frá 7. oktober til og við 19. oktober 2019 er Endurnýtsluvirkið opið soleiðis:
Mána til fríggjadag frá kl. 16.00 – 20.00
Leygardag frá                  kl. 13.00 – 18.00