Onnur tíðindi

Endiliga er hol sett á

Tolin trívst, sigur orðatakið. Í dag er hol endiliga sett á arbeiðið við at grava út fyri nýggja íbúðarøkinum á Kneysum á Toftum. Tilgongdin hevur verið sera drúgv. Í 2013 byrjaði samskiftið við Bústaðir um ætlanirnar at byggja íbúðir í Nes kommunu, og í oktober 2018 undirskrivaðu Nes kommuna og Bústaðir undir rammuavtalu um bygging av 2 íbúðareindum, við íalt 18 íbúðum. Tað er Falkon Entreprenørar, sum stendur fyri lendisarbeiðnum fyri Nes kommunu og Bústaðir og Byggivirkið KBH hava undirskrivað partalagsavtalu um byggingina. Íbúðirnar verða bygdar á Kneysum, beint omanfyri havnarlagið á Toftum. Staðsetingin er góð, stuttur vegur er í skúla og gott útsýni er yvir fjørðin. Bygd verða tvey íbúðarhús. Tað eina við átta eins íbúðum á umleið 75 fermetrar og hitt við 10 íbúðum, har tær seks eru umleið 50 fermetrar hvør og hinar fýra eru umleið 75 fermetrar hvør. Allar íbúðirnar hava úthús, dur, baðirúm og køk/stovu. Tær minnu íbúðirnar hava eitt sovikamar, meðan tær størru hava tvey kømur. Allar íbúðirnar hava egna inngongd og terassu ella altan. Góð parkeringsøkir verða gjørd við bygningarnar. Eftir ætlan verður tann sunnari bygningurin, sum hevur átta eins íbúðir, skipaður sum lutaíbúðir. Skipanin við lutaíbúðum er rættuliga óroynd í einum føroyskum høpið, og ynskir Bústaðir á henda hátt at vera við til at fjøltátta útboðið av íbúðum. Nágreinilig lýsing av viðurskiftunum um lutaíbúðirnar, kemur seinni. Eftir ætlan verður klárt at flyta inn í fyrstu íbúðirnar á heystið 2020.