Í 2021 verður á fyrsta sinni eitt EM endaspæl í fótbólti í Føroyum. FSF eru vertir.
Talan er um endaspælið hjá U17 kvinnum, sum verður í Føroyum í mai/juni 2021. Tað verða 8 lið sum koma at kappast um at verða europameistari hjá U17 kvinnum. Føroyar koma at luttaka sum vertir, meðan hini 7 londini kvalifisera seg til endaspælið.
Dystirnir verða leiktir á Svangaskarði og á Tórsvølli. Væntandi koma umleið 300 fólk til Føroyar í samband við endaspælið, talan er um leikarar, hjálparfólk, dómarar, UEFA umboð og miðlafólk. Flestu fólkini fara óiva at búgva í Havn, men í 2021 er koyrandi gjøgnum Eysturoytunnlin, so stutt verður millum leikvallur og ymisku hotellini.
Í samband við fyrireiking av endaspælinum eru 2 umboð frá UEFA í hesum døgum og hyggja at umstøðunum í Føroyum.
Í góðveðrinum í morgun vóru tey á Svangaskarði. Á myndini síggja vit frá vinstru: Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu – Ines Lauber, UEFA – Noemie Beney, UEFA – Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í FSF – Andrass Thomsen, landsliðssamskipari í FSF.