Onnur tíðindi

ELISHA fer at syngja alment fyri fyrstu ferð

Eftir at jólatrøini í Nes kommunu eru tendrað leygardagin 2. Des. 2017, kl. 15.30, skipar Nes kommuna fyri jólakonsert í Fríðrikskirkjuni kl. 17.00.

Tey sum fara at luttaka eru hesi: Kirkjukórið í Fríðrikskirkjuni, Petur Hans Hansen, Streingjakórið, Bólkurin ELISHA, Hans & Margretha Poulsen og Undirhúskórið.

Bólkurin ELISHA, sum er avmyndaður omanfyri,  fer at framføra alment fyri fyrstu ferð.

Nes kommuna bjóðar til kakao og bollar millum kl. 16.00 og kl. 17.00, tvs. eftir at jólatrøini eru tendrað og áðrenn jólakonsertina.