Orsakað av dagføring av skipanini, skulu allir elektroniskir lyklar, sum eru útflýggjaðir av kommununi dagførast.
Tað eru m.a. lyklar til fitnessrúmið, Tofta skúla og Ítróttarhúsið á Svangaskarði. Dagføringin skal gerast fyri allar lyklar, eisini fyri teir sum ikki verða brúktir javnan.
Dagføringin fer fram, við at ein sjálv/ur dagførir lykilin umvegis eina teldu, sum stendur frammi til endamálið í durinum inn til svimjihøllina í Tofta skúla.
Tilber at dagføra lykilin hvønn dag frá kl. 9.00 til kl. 21.00 (tó ikki sunnudag) fram til 1. apríl.
Eru spurningar ella ivamál, ber til at seta seg í samband við Borgar Hansen, umsjónarmann á tlf. 565003.
GG! Aftaná 1. apríl verða allir lyklar, sum ikki eru dagførdir, óvirknir.
Nes kommuna