Onnur tíðindi

Eldrafelagið á Toftum aðalfund

Lýst verður til aðalfund hjá Eldrafelagnum hósdagin 19.04.2018 kl. 19. Fundurin verður í Dagtilhaldinum á Vesturskin

 

 

Aðalfundurin verður hildin sambært viðtøkum felagsins við hesi skrá:

1. Formansfrágreiðing.
2. Roknskapurin fyri 2017.
3. Val av nevnd
4. Val av grannskoðara og varagrannskoðara.
5. Áseting av limagjaldið fyri 2018.
6. Ymiskt.

Við á fundinum verður Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, sum kemur at greiða frá verkætlanum og arbeiðinum í Nes kommunu við atlitið til Skálafjarðartunnilin.

Toftir, hin 5. apríl 2018

NEVNDIN