Onnur tíðindi

Ein takkarkvøða til Josefinu Jacobsen

Bókasavnið 50 ár –  heiðursløta fyri Josefinu Jacobsen

Hjartaliga vælkomin øll somul, nú vit í dag hátíðarhalda 50 ára dagin hjá Bókasavninum og hava eina heiðursløtu fyri Josefinu Jacobsen, sum hevur verið við frá byrjan.

Tá ið Bókasavnið hevði 50 ára stovningardag í 2019, var ætlanin at hátíðarhalda dagin, men av einhvørji orsøk bar hetta ikki til. Ætlanin var so at hava tiltakið á vári í fjør, men  Korona forðaði fyri hesum. -Men nú eru vit so her. Vónandi fáa vit eina hugnaliga løtu saman.

Vit, sum fóru í skúla 18. august 1962, upplivdu ikki at hava nakað veruligt bókasavn í barnaskúlanum. Men vit minnast, at tað komu stórir trækassar úr Havn við postbátinum. Hesir kassar vóru eyðkendir, væl lakkeraðir, á tremur við bókum frá Landsbókasavninum.

Verulig gongd at fyrireika Bókasavnið kemur tann 6. februar 1968, tá ið stovningarskjal verður undirskrivað av Ernst Hansen, táverandi bygdaráðsformanni og Sverra Egholm, landsbókavørði.

Kommunan setti stutt eftir eina bókasavnsnevnd. Í nevndina komu Johannes Follend, prestur á Nesi, Sørin E. Johannesen, arbeiðsmaður, Toftir, og Josefina Jacobsen, lærari, Toftir.

 

Nevndin skipaði seg við Josefinu Jacobsen sum fyribils formanni. Uppgávan hjá nevndini var at gera fyrireikingararbeiðið til at lata upp eitt bókasavn. Á heysti 1969 vóru fyrireikingarnar komnar undir land, og á fundi í bókasavnsnevndini, ið varð hildin  4. sept. 1969, varð nevndin umskipað við Johannes Follend sum formanni. Fyrsti útlánsdagur hjá bókasavninum var 18. september 1969. Josefina Jacobsen varð sett sum bókavørður, og hon sat í hesum starvinum í 20 ár.

 

Tá ið Tofta skúli í 1981 varð útbygdur, fekk Bókasavnið samstundis betri hølisumstøður. Eftir útbyggingina fór bókasavnið eisini at virka sum skúlabókasavn. Solveig Debess varð tá sett sum skúlabókavørður. Hon røkti starvið til 2007, tá ið Lis Gøthe í Jákupsstovu tók við. Seinastu tíðina hevur Lis havt farloyvi. Hesa tíðina hevur Anna Maria Olsen, lærari, verið bókavørður. Hon samstarvar við Hallfríð Hammer í Hjøllum, ið seinastu tíðina hevur havt bókasavnstímar fyri skúlan. Í Tofta skúla, eins og manga aðrastaðni, hava vit fólkabókasavn og skúlabókasavn í einum.

 

Sigast má, at tann kommunala bókasavnnevndin hevur, síðan stovnanina í 1969, havt sera trúgvar nevndarlimir.

Josefina Jacobsen hevur verið við síðan byrjan til nú á nýggjárinum 2021.

Sørin Johannesen, sáli, sat í nevndini til ellisár og heilsan av álvara fór at bila. -Sagt verður, at hann á sínum 90 ára føðingardegi var og lænti sær bók á bókasavninum.

 

Asbjørn Vang, lærari, kom í nevndin fyri Follend. Asbjørn var sostatt nevndarlimur í fleiri áratíggjur til fyri heilt fáum árum síðan, tá ið hann eisini var farin frá sum lærari.

Jaspur Langgaard kom inn fyri Asbjørn.

Sjálvur sat eg í 2-3 ár fyri  Solveig Debess, tá ið hon var flutt av landinum.

 Á nýggjárinum bar Josefina seg undan at taka við afturvali, og nú er nevndin mannað við:

Jaspuri Langgaard sum formanni, Høgna Hansen, bygdaráðslimi, og Hallfríð Hammer í Hjøllum, lærara. Anna Maria Olsen er skrivari.

Sum sagt, so fór Josefina frá á nýggjárinum, og tað er í hesum sambandi, at Nes kommuna og Bókasavnið ikki bara ynskja at halda 50 ára føðingardagin, men ynksja at hava eina heiðursløtu fyri Josefinu Jacobsen, sum so trúliga hevur tænt bókasavninum.

Josefina Jacobsen er fødd 3. juli 1937 á Hellu á Toftum. Bæði foreldrini vóru av Toftum. Pápin, Axel Olsen, var ættaður ”uppi á Regni”. Mamman, Nanna, f. Højgaard, kom ”av Lakju”.

Sum nógvum kunnugt vóru foreldrini hjá Josefinu sera søgufróð. Tey vóru sera vitandi um alt, sum hevði við fólk, ættir og tað søguliga um bygdirnar her um leiðir. Í mong ár skrivaði Nannu upp tað, sum hon visti, og partar av tí bleiv eisini brúkt, tá ið bygdasøgan Nes, Toftir og Saltnes varð skrivað fyri nøkrum árum síðan.

 

Tey árini í 1970-unum og 1980-unum, tá ið eg var avloysari sum postboð fyri pápa mín, kom eg dagliga á gátt hjá Nannu og Axel uppi á Hellu. Tey vóru altíð sera fyrikomandi og søgufróð. -Tað var týðiligt, at tað lá teimum á hjarta, at vit yngru eisini skuldu koma at kenna søguna.

 

Josefina traðkaði sum kunnugt sínar barnaskógvar her á Toftum. Hon hevur tí, heilt frá barni av, hoyrt foreldrini siga frá um søgu og søgn. Tí kunnu vit av sonnum siga, at hennara áhugi fyri bókmentum og søgu, hevur hon ikki frá fremmandum.

Josefina fór á Føroya Lærara skúla í 1956 og tók prógv í 1960. So vendi hon aftur til  heimbygdina og starvaðist í Tofta skúla í árunum 1960-97. Josefina var varastjóri skúlaárið 1986/87 og skúlastjóri 1987-97.

 

Josefina hevði farloyvi skúlaárið 1963/64, tá ið hon var vikarur á Langmarksskolen í Horsens. -Tað var nú ikki av tilvild, at hon fór til Horsens. Josefina var trúlovað  við Jørgin Jacobsen úr Søldarfirði. Jørgin las verkfrøði í Horsens, og hann skuldi um hetta mundið gera lesturin lidnan. -Fyri Josefinu og Jørgin gjørdist uppihaldi í Horsens gleðiligt og  hendingaríkt. Tey bæði blivu gift í Horsens tann 22. des. 1963. Árið eftir, tann 19. oktober 1964 verða tey foreldur á fyrsta sinni, tá ið Meinhard verður føddur.

 

Josefina hevur í síni starvstíð eisini lagt dent á eftirútbúgving við styttri og longri skeiðum. Eitt nú var Josefina á ársskeiði hjá DLH í Skive skúlaárið 1991/92

 

Josefina hevur sitið í nevndini fyri bókasavnið í Nes kommunu síðan 1969, ein stóran part av tíðini sum formaður.

 

Góða Josefina! Persónliga vil eg eisini siga tær stóra takk fyri gott samstarv millum ár og dag. Vit bæði sótu í fyrstu fyrireikingarnevndini til útbyggingina av Tofta skúla, har vit vóru so sera samd um, at skúlin skuldi skipast við eini miðju, einum savningarhøli, sum vit nú eru stødd í – og ikki minni samd um, at bókasavnið skuldi vera sum eitt hjartað, ein tænastudepil í nýbyggingini.

 

Samstundis sum eg var skúlastjóri í Fuglafirði, vart tú skúlastjóri á Toftum. Ikki so sjáldan tosaðu vit saman, góvu hvørjum øðrum hugskot og funnu loysnir, sum gagnaðu skúlunum. Við takksemi minnist eg aftur á hesa tíðina.

 

Góða Josefina! Vegna Nes kommunu vil eg hervið takka fyri trúgva og drúgva tænastu fyri Bókasavnið í Nes kommunu. Í hesum sambandi vil eg eisini takka tær fyri stóran leiklut í Forminnisfelagnum/bygdasavninum, har tú aftur og aftur minnir okkum øll á: ”Latið ei søguna doyggja”.

 

Vit ynskja tær alt tað besta, framhaldandi blíðan byr og Guðs signing á lívsleiðini.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri