Onnur tíðindi

Ein heilsan til Jákup Mikal Mikkelsen á 100 ára degnum

Góði Jákup Mikal! 

Hjartaliga til lukku við 100 ára føðingardegnum. Hetta er ein stórur dagur á Toftum og í Nes kommunu, og sjálvandi er býurin flaggskrýddur í dag.

Tað er mær ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda dagin saman við tygum og familju, vinum og kenningum tygara, og tað takki eg hjartaliga fyri. Somuleiðis fari eg at ynskja allari familjuni hjartaliga til lukku við hesum stóra degi. Og tykkum, sum starvast á Vesturskin á Toftum og dagliga eru um Jákup Mikal, ynski eg eisini hjartaliga til lukku.

Tey í eldra ættarliðnum á Toftum søgdu ofta ”Beiggi hjá Karolinu”, heldur enn Jákup Mikal. Pápi mín, sum eisini var av 1924-árganginum, segði fyri tað mesta ”Beiggi hjá Karolinu”. Og tá ið tit hittust, eisini saman við Lenu, sum fylti 100 ár í summar, ja, so skemtaðust tit ofta um tann góða 1924-árgangin.

At gerast hundrað ár?

Tað er ikki mongum unt at gerast so gamal. 

Tað fær meg og okkum øll at hugsa um, hvat tað man hava at siga at hava livað í heili 100 ár – eina heila øld – ja, tað fær tankarnar veruliga í gongd. 

Tygum hava upplivað og verið vitni til nógvar broytingar og hendingar, og tað er torført at siga, hvør man hava verið hin størsta. 

Hugsi tykkum – um eina tíð, áðrenn elektrisitetið kom, áðrenn vegir og tunlar bundu oyggjarnar saman, áðrenn vit høvdu frystiboks, og áðrenn liðugt-gjørdar vørur vóru til keyps í handlinum. Alt hetta er trupult, ella ómøguligt at ímynda sær í dag.


Jákup Mikal Mikkelsen, úr Torbisgerði á Toftum, varð føddur 18. okt. 1924. Sonur til Karolinu, sum var ættað av Kjalnesi í Kollafirði,  og Jákup Mikal Mikkelsen av Toftum.

Jákup Mikal er uppkallaður eftir pápanum. Eitt hálvt ár, áðrenn hann var føddur, í apríl 1924, var pápin druknaður út fyri Grindavík í Íslandi, har sluppin Anna fór á land. Karolina, mamman, sat tá einkja við trimum børnum og einum á veg.

Jákup Mikal giftist í 1949 við Joninu (Ninu) Hansen (1926-2010), sum var ættað uttan av Rætt á Nesi. Tey bygdu sær nýggj hús í 1954 úti á Ytsu Heygum á Toftum. Her búði Jákup Mikal til januar 2024, tá ið hann flutti á Vesturskin. Síðan konan doyði í 2010, hava Hansmar, sonurin, og hann búð tveireinir í húsinum á Ytstu Heygum.

Jákup Mikal og Nina fingu 6 børn: Kára (1949 – 2004), Hanna (1951 – 2021), Jákup (1954 – 1964), Hansmar (1961), Jákupa (1966) og Ragna (1969).

Abbabørnini eru 14, langabbabørnini eru 20, og oldurabbabørnini eru 6 í tali.

Í 1939, sum 14 ára gamal, fór Jákup Mikal til skips við toftasluppini Elsu. Fyrsti túrurin var til Grønlands. Seinni heimsbardagi var brostin á, so í Føroyingahavnini málaðu teir danskt flagg á bógvin. Jákup Mikal var aftur við Elsu í apríl í 1940, og tá var hann við til at mála føroyskt flagg á bógvin, tá ið teir lógu í Havn.

Í 1941 var Jákup Mikal, saman við 250 øðrum føroyingum, og gjørdi flogvøll í Reykjavík.

Í 1942 arbeiddi hann á flakavirki á Patriksfirði. Undir krígnum var hann annars fleiri ár í Íslandi við skipum og bátum. Frá 1947 – 1953 var hann við Oyrasker, sum svágrar hansara førdu. So fór hann við Havborgini, til hann sum 40 ára gamal í 1964 fór upp á skúla.

Eftir tað var hann yvirmaður, tvey ár í uttanlandssigling, og tvey rend við norðmonnum, áðrenn hann fór við Jógvan Norði og seinni Mascot, sum hann stundum førdi. Veit, at teir í reiðarínum hjá Mascot eru honum sera takksamir fyri tíðina.

Jákup Mikal var sjómaður í útvið 50 ár. Tá ið hann legðist uppi, fór hann at arbeiða á Nyki. Hetta gjørdi hann, til virkið lat aftur í kreppuni í 1992.

Sum pensjónistur hevur hann eisini egnt hjá útróðrarbátunum á Toftum. Tá ið Undirhúsið á Toftum lat upp í 2012, gjørdist hann dagligur gestur har og fekk nógvar góðar vinir. Jákup Mikal er søgufróur, og hann hevur havt eitt minni sum fáur. Honum hevur dámt sera væl at siga frá, men eisin at lurta eftir søgum frá øðrum í Undirhúsinum. Jákup Mikal hevur trivist sera væl í Undirhúsinum, hevur verið fastur fúsur, tá ið menninir í Undirhúsinum hava sungið til ymisk høvi.


Góði Jákup Mikal! Við 100 árum á baki, hava tygum gingið mangar gøtur – til tíðir ójavnar og knortluttar, meðan aðrar hava verið heldur lættari.

 Nú eri eg komin at kenna tygum rættiliga væl  tey seinnu árini, har vit hava fingið mong góð prát í Undirhúsinum. Tygum duldu ikki fyri, at sum trúgvur kirkjugangari hevur kirkjan og gleðiboðskapurin mangan borið tygum, tá ið lívsgøtan annars var so sera knortlut. Tað fær meg at hugsa um sálmin ”Eydnan er ei at líta á” hjá Mikkjali á Ryggi, har hann í 3.ørindi sigur:

”Gakk tú við Guði hvørja stund,

lat so enn eydnuna skifta;

tá stendur tú á føstu grund,

hvirlur ei kunnu teg syfta.

Sterkari enn hvør borg í verð

máttur og miskunn Harrans er,

verja tey teg allar ævir”.

 Góði Jákup Mikal! Frásagnir tygara hava eisini ríkað mína søguliga vitan og virðing fyri teimum, sum undan okkum gingu her í gamla bygdasamfelagnum. Tygum hava eisini verið bygdaráðslimur í Nes kommunu í árunum 1981-84. Tað hava vit eisini tosað um, og hildu tygum, at tað var ikki akkurát tað rætta fyri tygum, serliga tí sum sjómaður vart tú ofta burturstaddur.

Men eitt, sum hevur eyðkent tygum fram um alt er, at tygum eru familjumaður og sera, sera ættkærur. -Og heimkærur – góður við heimbygdina.

Tygum hava havt eitt langt og ríkt lív, við upplivingum, lívsroyndum og innliti. Og eg fari enn einaferð at siga, at eg havi ómetaliga stóra virðing fyri tí stóra arbeiði, sum tygum, saman við tygara samtíðarfólkum, hava útint.  Eftir tygum liggur ein stórur arvur, sum nútíðarsamfelagið kann heysta.

At enda fari eg at takka fyri hugnaliga samkomu her í dag, ynskja tygum eitt blítt lívskvøld við tøkk fyri tíðina, sum okkum er tillutað – og enn einaferð, hjartaliga til lukku við føðingardegnum!

Takk fyri!

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu