Nýggjur býlingur á Toftum
Seinastu tvey-trý árini hevur byggifyritøkan KBH bygt 34 íbúðir á Kneysum og við Heygsveg, miðskeiðis á Toftum. Fyrst 18 íbúðir fyri Bústaðir, 10 leiguíbúðir og 8 lutaíbúðir. Seinni hevur fyritøkan sjálv staðið fyri og bygt 16 eigaraíbúðir.
Nú eru seinastu íbúðirnar lidnar, og íbúgvararnir eru farnir at flyta inn í vikuni.
Í dag fyriskipaði KBH fyri eini móttøku fyri handverkarunum, har Nes kommuna eisini varð boðin við.
Í eini heilsan til KBH, segði Súni í Hjøllum, borgarstjóri:
“Vegna Nes kommunu vil eg siga tykkum so hjartaliga tillukku við hesi stóru verkætlan.
Nes kommuna hevur verið ein samstarvspartnari í hesi stóru og í okkara bygdasamfelagi slóðbrótandi verkætlan. Fyrst við at gera veg og byggibúgvið til íbúðirnar hjá Bústøðum. Seinni við at fara undir at dagføra Heygsveg við eigaraíbúðirnar hjá KBH.
Nú handverkararnir fara av byggiøkinum, fer Nes kommuna í summar at skipa fyri at gera arbeiðið við Heygsveg við tilhoyrandi parkering liðugt.
Góðu tit! Hjartaliga takk fyri fyri gott samstarv. Havi nevnt tað so mangan, at tað kemur einki av sær sjálvum. Ongin ger nakað einsamallur, men saman kunnu vit nógv. Tit í KBH, sum hava staðið á odda, hava verið óførir og úrslitið vísir, at tit hava gott fólk afturat tykkum. Vit, sum umboða Nes kommunu, eru errin av byggifyritøkuni KBH og tykkara árræði innan bygging.Fyritøkan hevur alstóran týdning fyri bygdasamfelagið á so mangan hátt.
At enda fari eg, vegna alt fólkið her býr, at ynskja tykkum blíðan byr í verkætlanunum, sum standa fyri framman og biða Helga Johannesen, stjóra í KBH, taka ímóti eini blómuheilsan frá Nes kommunu”
Seinastu tíðina hevur verið stórur fólkavøkstur í Nes kommunu. Í dag búgva 1475 fólk í kommununi.