Onnur tíðindi

Earth Hour 2019

  • 21
    Shares

Nes kommuna hevur aftur í ár samtykt at verða við í tiltakinum Earth Hour, sum verður hildin um allan heim, í ár leygardagin 30. mars 2019 millum kl. 20. 30 og 21.30, við at sløkkja gøtuljósini í 1 tíma.

Motto fyri Earth Hour er ”Sluk Lyset. Tænd for for livet”.

Við at luttaka í Eart Hour vísa vit, at kommunan tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara, og at kommunan ynskir eina ljósari og tryggari framtíð fyri okkara eftirkomarar.