Nes kommuna hevur samtykt at verða við í tiltakinum Earth Hour 2018, sum verður hildin um allan heim leygardagin 24. mars 2018 millum kl. 20. 30 og 21.30, við at sløkkja gøtuljósini í 1 tíma. Evnið fyri Earth Hour í ár er ”Sluk Lyset. Tænd for for livet”.
Við at luttaka í Eart Hour vísa vit, at kommunan tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara, og at kommunan ynskir eina ljósari og tryggari framtíð fyri okkara eftirkomarar.