Hennara hátign Margretha Drotning kemur á almenna vitjan í Føroyum í døgunum 14. til 19. juli.
Í hesum sambandi vitjar Drotningin Nes kommunu sunnudagin 18. juli. Nógv ymiskt verður á skránni til vitjanina.
Dannebrog kemur at liggja við bryggju á Toftum, og m.a. vitjar Drotningin Fríðrikskirkjuna og Undirhúsið. Eisini verður farið runt í kommununi við bili, har borgarstjórin fer at greiða Drotningini frá ymiskum.
Í Nes kommunu gleða vit okkum at taka ímóti Drotningini. Nógvar fyrireikingar eru farnar í gongd fyri at fríðka um í bygdunum. Vitjanin er eitt gott høvi hjá okkum øllum at hava tað reint og ruddiligt. Vit vóna og vænta, at bygdafólkið vil vera við til at lyfta hesa uppgávuna.
Nærri kunning um vitjanina kemur seinni. Vit vóna, at fleiri koma at heilsa Drotningini á vitjanini í Nes kommunu.