Onnur tíðindi

Drive In tunnilstiltak á Toftum leygardagin

Í samband við at Eysturoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu leygardagin 19. Desember 2020, bjóðar Nes kommunu øllum til eitt Drive In tunnilstiltak á havnarlagnum á Toftum.

Øll, bygdafólk og avbygdafólk, fáa ókeypis pannukøku og tónleikaupplivingar.

Leygardagin fara væntandi nógv fólk at koyra ein biltúr gjøgnum nýggja Eysturoyartunnilin. Øll eru vælkomin út á Toftir, har Nes kommuna bjóðar Drive In pannukøku og kaffi. Nú tað er sera týdningarmikið, at vit ansa væl eftir hvørjum øðrum og at koronatilmælir verða hildin, verður eitt Drive In øki skipað omanfyri egningarskúrarnar á Toftum, har pannukøkur og kaffi verður bjóðað út í bilarnar.

Eisini verður møguleiki at hoyra góðan tónleik á einum útipalli, sum verður settur upp á havnarlagnum millum Landingarmiðstøðina og Snoddbygningin. Har er gott pláss og møguleiki verður at sita í bilinum og lurta ella at standa úti í góðari fjarðstøðu.

Skráin fyri Drive In tiltakið:

Kl. 14.00 Pannukøkuhúsið opnar

Tónleikaframførslur:

Kl. 15.00 Midnáttarsangbólkurin

Kl. 16.00 Hallur Joensen

Kl. 17.00 Gadders

Kl. 18.00 Dania Tausen

Kl. 19.00 Magni Christinasen

KL 20.00 Pannukøkukúsið letur aftur.

Eysturoyartunnilin, sum nógv hava bíðað leingi eftir, er ein av størstu verkætlanum í Føroya søgu og kemur at hava stóra ávirkan á alt føroyska samfelagið, ikki minst fyri Nes kommunu. Nes kommuna ynskir á henda hátt at hátíðarhalda stóra dagin, samstundis sum hædd verður tikin fyri koronatilmælunum.