Virksemi í Vøggustovuni, Barnagarðinum og Frítíðarskúlanum hjá Nes kommunu verður skert frá mánadegnum 16.03. 2020, og í fyrstu atløgu í 14 dagar fram.
Frá mánadegnum verður dagstovnavirksemi bert opið fyri børnum, hvørs foreldur skulu røkja arbeiðsligar skyldur, ið neyðugar eru í samfelagnum, og tí hava tørv á dagstovnavirksemi til teirra børn.
- Hetta er galdandi fyri børn í vøggustovu og barnagarðs aldri, sum lúka krøvini omanfyri.
- Børn í frítíðarskúlaaldri, 1. og 2. flokkur, kunnu koma í frítíðarskúla seinnapart, um tey lúka krøvini omanfyri.
Í hesum sambandi skulu foreldur, ið hava tørv á dagstovnatilboði, boða frá hjá dagstovnaleiðaranum, nær tey hava tørv á dagstovninum og við hvørji orsøk.
Hetta skulu foreldur gera í seinasta lagi kl. 13. fríggjadagin 13.03.2020, so virksemi kann skipast.
Vøggustovan og Barnagarðurin, Sheila, telf. 222042
Frítíðarskúlin, Eydna, telf. 565023
Dagstovnaleiðarin á hvørjum stovni skipar virksemi soleiðis, at hesi eru undir mest møguligari trygd og til minst møguligan ampa fyri børn og starvsfólk.
Nes kommuna
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri