Onnur tíðindi

Dagstovnarnir og skúlin opnað varliga mánadagin

Løgmaður hevur vegna Føroya Landsstýri mælt til, at dagstovnarnir opnað varliga aftur mánadagin 20. Apríl. Nes kommuna fylgir tilmælinum frá løgmanni og Føroya Landsstýri.

Í hesi vikuni hava leiðslurnar í dagstovnunum í Nes kommunu – vøggustovuni, barnagarðinum og frítíðarskúlanum – verið í samband við foreldrini at børnunum sum ganga á dagstovnunum og greitt teimum frá hvussu opnað verður varliga aftur. Leiðslurnar hava fingið upplýst frá foreldrunum hvussu nógv børn koma í dagstovnarnar í komandi viku.

Annars verður tað soleiðis, at foreldur skulu siga frá um barn teirra kemur á dagstovn. Sigast skal frá fyri eina viku í senn, í vikuni frammanundan, í seinasta lagi hósdag í middegi, kl. 12.00.

Í samband við varligu upplatingina, hevur Coronaráðgevingin gjørt eina vegleiðing fyri varliga upplating á dagstovnum v.m. Sí vegleiðingina her: Vegleiðing fyri at lata dagstovnar v.m stigvíst uppaftur..pdf

Í Tofta skúla byrja 1., 2. og 3. flokkur varliga skúlagongdina aftur mánadagin.

Vøggustovan og Barnagarðurin

Vísandi til vegleiðingina hjá Coronaráðgevingini, eru gjørdar serligar reglur fyri vøggustovuna og barnagarðin á Svangaskarði, bæði fyri foreldur og starvsfólk. Foreldrini fáa hesar vegleiðingar útflýggjaðar.

Stórur dentur verður lagdur á reinføri á stovninum. Starvsfólk og børn skulu ikki ferðast ímillum stovurnar og foreldur og onnur óviðkomandi koma ikki inn á stovurnar. Lagt er upp til at børnini verða nógv úti.

Tofta skúli og frítíðarskúlin

Frítíðarskúlin fer at halda til í Tofta skúla fyrstu tíðina, meðan opnað verður varliga aftur. Tað eru 1. og 2 flokkur, sum ganga í frítíðarskúlanum, og tey byrja skúlagongdina aftur mánadagin eins og 3. flokkur.

Í Tofta skúla er betur møguleiki fyri at skipað frítíðaransingini, so tilmælini frá Coronaráðgevingini verða fylgd.

Børnini møta í skúla mánadagin 20. Apríl áðrenn kl. 08.00 og mannagongdin henda:

Næmingrnir í 1. flokki: Næmingarnir ganga inn gjøgnum høvuðsdyrnar niðanfyri skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingarnir í 2. flokki: Næmingarnir í 2. flokki brúka neyðútgongdina norðanfyri skúlan, sum er á 3. hædd, har starvsfólk taka ímóti.

Næmingar í 3. flokki: 3. flokkur gongur inn gjøgnum dyrnar við svimjihøllina, har starvsfólk taka ímóti.

Tað er tryggast, at næmingarnir sjálvir ganga inn í skúlan, har starvsfólk taka ímóti.

Leiðsla skúlans vil, at næmingarnir ikki møta áðrenn kl. 07.50 um morgunin.

Næmingarnir verða skipaðir í bólkar við uml. 6 – 8 næmingum í hvørjum. Tilmælið er, at hvør næmingur hevur uml. 4 fermetrar.

Stovurnar eru uml. 55 – 65 fermetrar til støddar, og borðini verða skipað við mest møguligu frástøðu frá hvørjum øðrum.

Miðað verður ímóti, at somu starvsfólkini alla tíðina eru um hvønn bólk. Somu bólkar halda fram í frítíðarskúlanum.

Skúladagurin er skipaður í blokkar við fríløtum.

Handreinføri er av allarstørsta týdningi: Áhaldandi at vaska hendur eftir “hvørja gerð”, verður ein aðaltáttur í skiftum í skúladegnum.

Annars verður skúlagongdin komandi tíðina skipað í tráð við skriv frá Coronaráðgevingini.

Sí skrivið her: Vegleiðing fyri stigvísa og varliga upplating av skúlum og frítíðartilboðum.pdf