Onnur tíðindi

Dagføringar á Endurnýtsluvirkinum

Í samband við dagføringar á Endurnýtsluvirkinum eru tríggjar nýggjar bingjur tiknar í nýtslu. Ein nýggj pressubingja til papp, ein nýggj bingja til timbur (eisini stórt burturkast t.d. sofur og stólar) og ein nýggj bingja til greinar.

Í hesum sambandi verða fólk vinarliga biðin um at virða upplatingartíðirnar og minnast til at koyra burturkastið í røttu bingjurnar sum eru merktar.