Onnur tíðindi

Campingvognarnir skulu flytast skjótast gjørligt

Nes kommuna hevur ognað sær matr. 415o og 415p, sum er økið ímillum kommunuskrivstovuna og KRIS bygningin.

Í samband við at Nes kommuna nú hevur gjørt rammuavtalu við Bústaðir um bygging, verður heitt á eigararnar av campingvognunum , sum standa parkeraðir á økinum, um at flyta teir skjótast gjørligt og í seinasta lagi 15. august 2022.

Um campingvognarnir ikki verða fluttir, fer kommunan at flyta teir fyri eigarans rokning.

Nes kommuna.