Onnur tíðindi

Bygningurin hjá Sandgrevstur liðugur

Nýggji bygningurin, sum Sandgrevstur úr Fuglafirði hevur bygt á havnalagnum á Toftum, er nú liðugur og klárur at taka í nýtslu.

Í tí sambandinum bjóðaði Sandgrevstur til morgunmat í morgun, í nýggja bygninginum.

Gordon Martin Midjord, stjóri, bjóðaði vælkomin og takkaði fyri góða móttøku á Toftum og fyri gott samstarv við Nes kommunu. Mennirnir í Undirhúsinum á Toftum settu dám á løtuna við góðum sangi. Vegna Undirhúsið ynskti Alfred Olsen eigarunum til lukku við nýggja bygninginum og Guds signing.

Eisini borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, segði nøkur orð og ynskti eigarunum hjartaliga til lukku við bygninginum.

Talan er um ein bygning, sum er 1525 fermetrar til støddar, 61 m langur,  25 m breiður og 10 m høgur.

Síðani 2013 hevur Sandgrevstur havt virksemi á havnalagnum á Toftum. Teir hava leigað Snoddbygningin á Toftum, sum P/F Eysturoy eigur, til teirra virksemi, sum umfatar flutning og goymslu av alifóðri. Alifóðrið verður lagt á goymlsu og síðani flutt út á laksaalistøðirnar eftir tørvi.