Onnur tíðindi

Brúgvin við Toftavatn umvæld

Gøtan av Svangaskarði oman til Toftavatn, runt Innara vatn og fram við Løkinum, sum Nes- og Runavíkar kommunur í felag havi latið gjørt, verður nógv nýtt og er til stóra gleði fyri íbúgvarnar í nærumhvørvinum.

Gøturnar skulu eisini haldast við líka, og í hesum døgum er tað brúgvin um Toftavatn sum verður umvæld.Tað er Nes kommuna sum stendur fyri at viðlíkahalda gøtuna, men kommunurnar deila kostnaðin.