Onnur tíðindi

Broytingar í Skálafjarðar læknadømi

Kunnað verður um, at frá mánadegnum 3. oktobur flytur læknaviðtalan á Skála  í Heilsudepilin við Skálafjørðin (Heilsumiðstøðina í Runavík), og verður opin tríggjar dagar um vikuna.

Læknaviðtalan á Strondum verður framhaldandi opin tveir dagar um vikuna, til nýggj farleið er um fjørðin.

Mánadag og týsdag er læknaviðtalan á Strondum
Tlf. 44 14 90 Bráðfeingistelefon 23 70 50

Mikudag, hósdag og fríggjadag  á Heilsudeplinum við Skálafjørðin
Tlf. 47 27 50 Bráðfeingistelefon 23 70 50

Víst verður til heimasíðuna hjá kommununum við Skálafjørðin fyri nærri upplýsing um telefonviðtalu og kunning um møguligar broytingar.

Avtala um Heilsudepil við Skálafjørðin
Hendan og komandi broytingar eru liður í Avtalu um Heilsudepil við Skálafjørðin, sum í 2014 var gjørd millum landsstýrismannin í Heilsumálum og kommunurnar við Skálafjørðin.

Avtalan var gjørd við tí endamáli, at samla læknaviðtalurnar við Skálafjørðin í ein Heilsudepil, har umstøður eru at veita fleiri og betri heilsutænastur og menna nýggjar samstarvshættir.

Ætlanin við hesum broytingunum er, at vit  í framtíðini fáa mannað kommunulæknastørvini við fastsettum kommunulæknum,  til frama fyri allar borgarar í økinum.

Vegna samstarvskommunurnar              Vegna Heilsutrygdtrygd

Jákup Foldbo                                      John D. Olsen

Sosialdeildarleiðari                              Fulltrúi