Í fyrraárið gjørdi Tekniska toymið hjá Nes kommunu fleiri dagføringar og umvælingar á lendingini og uttanumøkinum á Neshamri,
Seinastu tvey árini hevur hetta søguríka økið eisini verið meira nýtt til savnandi tiltøk, eitt nú útiguðstænastur og sangløtur í samband við várdagarnar.
Fyri fleiri árum síðan hendi ein brimskaði á Neshamri, sum hond mátti takast um, um ikki øll lendingin skuldi fara í havið. Í fjørsummar varð heitt á Jóhan S Jensen at átaka sær uppgávuna at umvæla brimskaðan.
Arbeiðið kann bert gerast, tá ið kyrra er í sjónum, so røttu løturnar mugu veljast.
Nú er komið væl áleiðis við umvælingini sum myndirnar vísa. Viðrar, so kann arbeiðið gerast liðugt í summar.