Onnur tíðindi

Borgastjórin setti Fótbóltsskúlan á Svangaskarði í morgun

Súni í Hjøllum, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin:

Góðu tit øll!

Hjartaliga vælkomin til Fótbóltsskúlan á Svangaskarði

Fótbóltur er ein ítróttur, sum verður íðkaður um allan heim. Nógv fólk hava áhuga fyri hesum ítrótti, hann egnar seg væl sum kappingargrein, at verða sýndur í sjónvarpi og egnar seg eisini sera væl sum frásøgn í útvarpi. Í mongum førum fylkjast tjóðir um síni fótbóltslandslið eins og viðhaldsfólk annars savna seg um sítt staðbundna fótbóltslið.

Tjóðskaparkenslan kemur ofta fram, tá ið landsdystir verða spældir, og hetta kann og eigur eisini at vera eitt positivt fyribrigdi. Tað er tað eisini fyri okkum føroyingar. Vit halda við okkara landsliði uttan at hava negativar kenslur mótvegis okkara mótstøðumonnum ella mótstøðukvinnum. Tá ið vit vunnu, var okkara gleði spontan, hon botnaði í kensluni av at hava gjørt eitt avreksverk og ikki í meinfýsni yvir mótstøðuliðið.

”Svangaskarð er staðið til ítrótt og til leik” syngja vit í Toftasanginum. Soleiðis hevur ikki altíð verið. Sum smádrongur dámdi mær væl at sparka, og tað geri eg enn. Men tá var eingin vøllur á Svangaskarði. Vit leiktu á bønum niðri í bygdini. -Skuldi ein serlig kapping gerast, fóru vit niðan á Stovugólvið, sum er her á slættanum norðan fyri vøllin á Svangaskarði. Vit høvdu ongantíð ordilig mál, men løgdu steinar út á vøllin ella settu pelar upp.

-Tá ið tíðini var onki fótbóltslið her í bygdini, og tí vóru vit fleiri toftadreingir, sum hildu við B36, tí har spældi ein toftadrongur við, sum æt Oddmar Færø. -Hann var ein fyrimynd hjá okkum tá.

Síðan vøllur kom á Svangaskarði – og nú enntá tveir, er tað her, at tað gongur fyri seg. Her hava verið nógvir søguligir dystir, sum vit minnast afturá við gleði. Her eru nógvir góðir fótbóltsspælarar uppaldir og hava gjørt seg galdandi bæði í B68, á landsliðnum og aðrastaðni – ella sagt við øðrum orðum, hava gjørt seg galdandi í fótbóltsheiminum bæði í Føroyum og uttanlands. Tað eru vit á Toftum og annars í Nes kommunu errin av og fegnast um.

Um tú skalt náa góðum úrslitum í fótbólti, so mást tú hava áhugan og annars díkja á at venja. Umstøðurnar at venja hava ikki altíð verið so góðar sum nú á døgum, hvørki hjá kendum føroyskum fótbóltsleikarum ella hjá heimskendum fótbóltsspælarum, men við einum stálsterkum vilja og áhuga bar til at røkka upp á tindarnar og teljast millum heimsins stjørnur.

Endamálið við fótbóltsskúlanum í dag og í morgin er at kveikja og styrkja fótbóltsáhugan hjá dreingjum og gentum, bæði royndum og óroyndum, í aldrinum 7-15 ár. Tit fáa góða fótbóltsvenjing, fótbóltsligu førleikarnir verða mentir – men ikki minst – eitt gott sosialt upplivilsi, so alskurin fyri einum av allarabestu spølum fær møguleika at eydnast.

Ítrótturin hevur grundleggjandi samfelagsvirði, er grundvøllurin undir leiki, kapping, mennandi samveru og góðum vinaløgum.

 

Góðu børn og ungdómar! Nú hava tit glett tykkum til summarið og summarfrítíðina. Hetta er ein góð byrjan. Vegna Nes kommunu vil eg sum borgarstjóri ynskja tykkum tveir góðar og innihaldsríkar dagar á Svangaskarði og annars eitt gott summar við orðunum hjá Mikkjali á Ryggi:

Vælkomin summartíðin
við sól um fjøll og fjørð!
Sjá blomsturskrýdda líðin
av signing Guðs væl grør;
tað, vetrarfonnin fjaldi,
Guð gav so góðan blund,
at styrkna tað upp nældi
á vársins lýggju stund.