Onnur tíðindi

Borgarstjórin heilsaði Tofta Ítróttarfelag

Tofta Ítróttarfelag 60 ár 

Vit øll, sum eru møtt til borðhald her í kvøld, eru góð við okkara Ítróttarfelag. Vegna Nes kommunu vil eg ynskja felagnum hjartaliga tillukku við teimum 60 árunum.

60 ár eru ikki 60 dagar. Ófatuliga nógv er hent av framburði í hesi 60 árini. Vit kunnu av sonnum siga, at Tofta Ítróttarfelag og Svangaskarð hava eina stolta søgu at vísa á.

Úrslitini og framburðurin eru komin, tí bygdafólkið og skiftandi bygdaráð hava staðið saman við teimum, sum slóðaðu fyri at fremja stórverk. Øllum tykkum, og tit eru ikki so fá, sum millum ár og dag hava verið í nevnd og staðið á odda fyri felagnum, eiga eina hjartans tøkk uppiborna. Tit mongu, sum trúliga rætta felagnum eina hjálpandi hond, vil eg eisini, vegna Nes kommunu, bera eina hjartans tøkk. Uttan alt tað ólønta arbeiðið hevði tað als ikki borið til.

Ítrótturin hevur alstóran samfelagsligan týdning fyri okkara bygdasamfelag. Hetta grundleggjandi samfelagsvirðið er grundvøllurin undir leiki, kapping, mennandi samveru og góðum vinaløgum.

Nes kommuna virðismetir ómetaliga nógv tað stóra og góða arbeiðið, sum verður gjørt her á Svangaskarði, ikki minst millum  børn og ung. Tí er tað, at kommunan árliga játtar ein munagóðan  stuðul til virksemið her á Svangaskarði.

Í 2013 yvirtók kommunan ogningar her á Svangaskarði. Við hesum yvirtók kommunan eisini rakstrarútreiðslurnar við eini avtalu um, at Ítróttarfelagið eisini kundi nýta húsið til tess at skaffa sær inntøkur.

Stórar íløgur eru framdar her tey seinastu 10 árini.  Hetta er eisini gjørt í góðum samstarvi við FSF, sum hevur verið sinnað at gera stórar íløgur á Svangaskarði og harvið hava fullan rætt at nýta vøll og hús til venjingar og U-landsdystirnar.

Tað hevur verið, og er tað framvegis, eitt aðalmál hjá bygdaráðnum at gera umstøðurnar so góðar sum møguligt her á Svangaskarði. Her hugsa vit bæði um tað ítróttarliga, og eisini møguleikan hjá felagnum at skaffa sær inntøkur.

Sum sagt, so eru gjørdar stórar ábøtur tey seinnu árini, altíð í góðum samstarvi við Ítróttarfelagið, eisini fyri at fáa peningin at røkka sum longst. Í ár er einki undantak. Peningurrin í ár verður brúktur til at gera ábøtur á køkin, víðkan av venjingarrúminum, betri umstøður í  málgoymsluni og girðing.

Vit vita eisini, at komandi árini eru alneyðugar íløgur fyri framman.

Vegna Nes kommunu verður hervið takka Ítróttarfelagnum og Ian Jacobsen, formanni, fyri fyrimyndarligt samstarv.

Sum tøkk ynskja vit at handa felagnum eina viðurkennandi gávu. Blíðan byr!

Súni í Hjøllum, borgarstjóri