Onnur tíðindi

Bókasavnsnevndin skipað seg

Nevndin fyri bygdasavnið verður vald eftir hvørt bygdarráðsval, og nýggja bygdarráðið hevur valt Josefinu Jacobsen, Solveig Debess og Jaspur Langgaard í nevndina. Jaspur Langgaard er nývaldur, og kemur hann í nevndina fyri Asbjørn Vang, sum ikki ynksti at halda fram.

Á fundinum mikukvøldið takkaði borgarstjórin, Jóhannus Danielsen, Asbirni fyri góða og trúgva tænastu í bókasavnsnevndini í 42 ár.

Nes kommuna hevur havt bygdabókasavn síðani 1968.

Bygdabókasavnið hevur opið mánadag frá kl. 16.00 til 18.00 og mikudag frá kl. 19.00 til kl. 21.00. Lis í Jákupstovu er bókasavnsvørður.


AsbjørnVang