Onnur tíðindi

Børnini fáa “Píka7” ókeypis

 

Á seinasta bygdaráðsfundi varð einmælt samtykt at stuðla barnablaðnum “Píka sjey við 100 kr fyri hvønn næming í grunddeildini (0-3. fl.).

 

Samtyktin ber í sær, at nú kunnu allir næmingar í grunddeildini fáa barnablaðið ”Píka sjey” ókeypis. Blaðið kemur út sjey ferðir um árið.

 

Bókadeild Føroya Lærarafelags stendur fyri útgávuni. Høvuðsendamálið er at geva børnum viðkomandi og spennandi tilfar á móðurmálinum, har teirra áhugamál úr egnum gerandisdegi verða umrødd.

 

“Píka sjey” er eitt sera spennandi blað, ið eisini hevur eina heimasíðu (pikasjey.fo), sum man kann vitja.

Ein lærari sigur soleiðis: ”Vit vaksnu kunnu halda, at tað, sum stendur í bløðunum, er bara fjas, men tað halda  børnini ikki, tað sæst týðiliga, tá blaðið kemur. Tey eru sum grippar eftir blaðum og vilja lesa alt fyri eitt. Sjálv haldi eg, at tað er deiligt, at okkara børn kunnu leita sær upplýsingar í lættlisnum teksti.”

Vónandi verður átakið børnunum og móðurmálinum til frama.