Í vár vitjaðu umboð fyri Avannaata kommunu úr Grønlandi nakrar kommunur í Føroyum. Tey vildu kunna seg um skipanir innan kommunala geiran her á landi. Tey vitjaðu eisini í Nes kommunu, har borgarstjórin hevði eina framløgu um kommununa, meðan starvsfólk svaraðu spurningum.
Í summar kom so bræv frá Palle Jeramiassen, borgarstjóra í Avannaata kommunu, har hann takkar fyri gestablídni og framløguna hjá Nes kommunu. Borgarstjórin sigur seg vera hugtiknan av mátanum, ið Nes kommuna loysir sínar avbjóðingar. Í brævinum kom samstundis ein áheitan og innbjóðing, har hann ynskir at gjalda fyri at fáa umboð fyri Nes kommunu at koma til Ilulissat at greiða politikarum og starvsfólkum teirra nærri frá umsiting, fyrisitingin og rakstri av Nes kommunu.
Við hesum átaki vildi borgarstjórin í Avannaata kommunu geva sínum starvsfólkum íblástur at broyta mannagongdir og skipanir til tess at minka um rakstrarútreiðslurnar í teirra kommunu.
Í seinastu viku vóru Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Elsbet E Magnussen, kommunuskrivari og Anfinn í Toft, tekniskur leiðari, og løgdu fram fyri politikarum og starvsfólkunum í býráðshølunum í Ilulissat (Jakobshavn), har Avannaata kommuna hevur sítt høvuðsæti.
Í Avannaata kommunu, eisini nevnd Nord kommune, eru 4 býir og 21 bygdir. Íalt búgva áleið 11.000 fólk í kommununi. Størsti býurin er Ilulissat. Har búgva áleið 5000 fólk. Hinir býirnir eru Uummannaq, Upernavik og Qaanaaq.
Kommunan strekkir seg yvir ein tein á 1300 km, og tað starvast 1700 fólk hjá kommununi. Borgarstjórin í Avannaata kommunu gjørdi greitt, at tað er alneyðugt hjá teimum at minka um rakstrarútreiðslurnar.
Nærri kunning um Avannaata kommunu kann lesast á www.avannaata.gl
Niðanfyri eru nakrar myndir, sum tiknar eru á ferðini hjá Nes kommunu í Ilulissat.