Onnur tíðindi

Sangkvøldið v.m. Blátt Grass útsett til kl. 20.30

Sangløta við umfatandi skrá verður í festivaltjaldinum á Toftum fríggjakvøldið, 4. mai kl. 20.30. Tiltakið er ókeypis.

Umframt kenda og vælsvingandi bólkin Blátt Gras úr Vágunum, fer lokali Petur Hans Hansen við bólki, eisini at framføra. Men áðrenn teir báðir bólkarnir koma á pallin, fara barnakór úr Nebo og Tabor, ungdómsbólkurin ELISHA  og Undirhúskórið at syngja.

Í skránni er lýst við at sangløtan byrjar kl. 20.00. Men hon er útsett til kl. 20.30.

Tað er lokala Blákrossfelagið sum skipar fyri, og eftir sangløtuna fáa øll bjóða suppu, eins og kaffi eisini verður at fáa,

Seinni um kvøldið verður ungdómstiltak í tjaldinum.

Tílíkar sangløtur hava verið í tjaldinum seinastu árini, fríggjakvøldið áðrenn bátafestivalin, og hava altíð nógv fólk verið til tiltakið. Fyrireikarnir vóna at soleiðis verður eisini í ár, og ynskja øllum at verða hjartaliga vælkomin.