Barnaleikirnir verða settir kl. 11.00 av borgarstjóranum í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen. Eftir setanina verður upphiting og síðani byrja leikirnir. Klovnurin BUBU kemur at undirhalda og børnni fáa saft og frukt. Tiltakið er liðugt kl 15.00
Barnaleikir er eitt afturvendandi tiltak fyri børn undir skúlaaldur, sum B68 ungdómsdeildin í nøkur ár hevur skipað fyri á Svangaskarði á Toftum. Men í ár eru tað B68 ungdómsdeildin og flogbóltsfelagið Ternan, sum skipað fyri tiltakinum í felag.
Barnaleikir vóru fyrstu ferð í 2009 og hevur tiltakið verið væl vitja. Allir barnagarðar í landinum eru bodnir við.
Endamálið við tiltakinum er at stimbra gleðina við at røra seg, umframt at børnini samstundis hava tað stuttligt og hugna sær saman við børnum úr øllum landinum. Í tiltakinum barnaleikir verður miðað ímóti, at tað skal vera hugnaligt, trygt og læruríkt hjá øllum børnunum at luttaka. Dentur verður lagdur á, at øll kunnu vera likamliga virkin og hava tað stuttligt, uttan at hugsa verður um avrik og úrslit. Børnini røra seg við at gera ymiskar rørslur á ymiskum postum og endar tiltakið við undirhaldið. Barnaleikirnir hava fingið góðar afturmeldingar frá barnagørðum, sum hava luttikið undanfarin ár, og sum siga, at hetta er ein góð uppliving hjá børnunum.