Onnur tíðindi

Barnagarðurin søkir eftir námsfrøðingi

Í barnagarðinum eru 120 børn á 8 stovum, 5 barnagarðsstovur og 3 vøggustovur.

Barnagarðurin liggur við stadionøkið á Svangaskarði, tætt við náttúruna og við nógvum møguleikum at vera úti.

Vit ynskja at umsøkjarin:
  • Dugir at seta seg inn í støðuna hjá tí einstaka barninum
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan dag saman við børnunum
  • Hevur góð samstarvsevnir og kann taka ábyrgd
  • Er við til at menna tað pedagogiska arbeiðið
  • Hevur hug at røra seg og vera nógv úti í náttúruni

Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið

Um eingin námsfrøðingur søkir, verður hjálparfólk sett tíðaravmarkað ístaðin.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til leiðarin í Barnagarðinum á tlf 565021

Umsóknir

saman við prógvum og møguligum viðmælum skulu verða Nes kommunu í hendi í seinasta lagi 30.01.2017.

Nes Kommuna
Toftavegur 3
650 Toftir
www.nes.fo
nes@nes.fo